Evropaævintýrið hjá H71-kvinnum er liðugt. Tað var so nær við sum tað kann vera, at H71 og grikska A.C. Paok skuldu út í brotskastkapping.
Fyrri dysturin millum liðini fríggjakvøldið tá hoyvíkskvinnur taptu við átta málum gjørdi tað trupult.
Í steðginum var støðan 14-15 til H71, og í seinna hálvleiki drógu hoyvískvinnur frá. Tá sjey minuttir restaðu í setti Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe brotskast í netið til støðuna 27-19 til H71 og tað stóð á jøvnum í samlaða roknskapinum.
Liðini skiftust eftir hetta um at skora, og spenningurin helt sær til síðsta sekund tá høgri vongurin Sevdili skoraði til 23-30. So var avgjørt, og grikska liðið vann samanlagt við einum máli, 54-53.
- Vit eru ræðuliga skuffaðar, men vit gjørdu alt vit kundu. Nú aftaná dystin kunnu vit hyggja hvørja aðra í eyguni, tí vit kempaðu. Men hetta er øgiliga keðiligt, segði Karina Debes Heinsen, við Sjúrð Hildarsson Hoydal í HSF Live aftaná dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald