Fótbóltur

H71 skal svara aftur

Um Neistin vinnur í kvøld, so tryggjar liðið sær tríggar dystarbóltar í FM-finalunum.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-04-03 15:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist talan um ein ógvuliga spenanndi og dramatiskan dyst í Hoyvíkshøllini sunnukvøldið, tá H71 og Neistin hittust til fyrstu FM-finaluna hjá monnum. Longd leiktíð skuldi til, fyri at vinnarin skuldi finnast. At enda dró Neistin longra stráðið og vann við tveimum málum.

Sí myndir frá dystinum sunnudagin

Úrslitið hevur við sær, at tað longu er eitt ávíst trýst á hoyvíkingum. Hóast teir fáa upp til heilar fýra møguleikar afturat at avgera FM í, so kann Neistin við sigri á heimavølli í kvøld seta seg í eina ógvuliga góða støðu til eftir landsliðsstegðin. Teir í bláum kunnu veruliga seta seg á finalurnar, um tað eydnast at vinna í kvøld.

Í fyrstu finaluni fekk Neistin til tíðir veruliga skil á álopsspælinum hjá hoyvíkingum. Tað eydnaðist partvíst at skugga Peter Krogh - serliga tá Hilmar Leon Jakobsen ikki var á vøllinum. Nicholas Satchwell hevði ein góðan sera dyst í málinum, og landsliðsmálverjin er ein av lyklunum, um Neistin skal fara avstað við sigrinum. Í álopsspælinum eru Rasmus Søby og Tróndur Kragesteen ógvuliga týdningamiklir, men tað sum kemur frá vinstra bakki, skal eisini gera mund (eins og sunnudagin), og innspælið til strikuna er eisini týdningamikli fyri Neistan.

H71 skal finna eina loysn, um Peter Krogh aftur verður tikin úr spælinum. Tað er ivasamt, hvussu stóran leiklut Hilmar Leon fær, og hvørjar bakketu Sonni Larsen fer at koyra mest við. Sunnudagin var Pætur Thomsen ógvuliga eyðsýndur við 11 málum, men høgri vongurin, eins og hinir, brendu ov illa í longdu leiktíðini. Í verjupartinum er týdningarmikið at fáa steðga Søby, og hetta eydnaðist rímiliga væl við mansverju í løtum í 2. hálvleiki seinast. 

Lagt er upp til enn eina sera tætta finalu í kvøld. Fyrsta bríksl í Stórhøllini á Hálsi er klokkan 20.00. Dysturin kann stroymast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder