Hondbóltur

H71 vann steypið aftur frá VÍF

Ein ógvuliga góð byrjan uppá 2. hálvleik gjørdi størsta munin hjá ungu hoyvíkingunum, og H71 hevur nú vunnið fimm av teimum seinastu seks mansfinalunum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-02-22 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað stóð á jøvnum í steðginum eftir ein ferðmiklan fyrra hálvleik við høgari góðsku í álopsatgerðunum hjá báðum liðunum. 17-17 og alt opið millum verandi steypavinnararnar úr Vestmanna og ungu hoyvíkingarnar.

Sjálvt um tað gjørdist heilt tætt aftur seinast, so varð fyrsta løtan í 2. hálvleiki ógvuliga týðandi. H71 legði bragdliga fyri og skoraði tey fýra fyrstu málini eftir steðgin. VÍF skoraði ikki, fyrrenn beint undir seks minuttir vórðu spældir.

Harvið kravdi tað nógv at koma niður á null, sum VÍF gjørdi, tá seks og ein hálvur minuttir restaðu í. Hetta var, tá Óla Jákup Gaard Olsen fyrst trekti ein álopsfeil og síðani sjálvur skoraði trygt: 27-27 og tað kókaði serliga á síðuni hjá ógvuliga mælsku vestmenningunum.

Ein høvuðsorsøk til vendina, var ein ungur málverji. Mladen Mjerimacka byrjaði dagin ógvuliga væl, men royndi málverjin fekk annars ikki fatur á nógvum við Tjarnir. Tað gjørdi Bjarni Gunnarsson Jacobsen tó so sanniliga, tá hann kom inn nakað inn í 2. hálvleik. Vestmenningurin tók pippið frá H71 eina løtu, har so at siga bert 17-ára gamli toppskjúttin Jákup Egholm (10 mál) var púra kaldur.

[object Object]Jákup Egholm spældi ein frálíkan dyst á vinstra vongi. Stjørnuskotið skeyt tíggju mál í finalusigrinum - harav nøkur trygg brotskøst (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Bjarni Gunnarsson Jacobsen kom inn og fór beinanvegin í gongd at bjarga bóltum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Talan var um ógvuliga flott avrik hjá evnaríka málverjanum. Verjan hjá teimum gulu og bláu eydnaðist betri miðskeiðis í 2. hálvleiki, men Bjarni var við til at geva vónina. Hann varð eisini valdur til dagsins spælara í finaluna.

Tað vóru málverjarnir hjá tí landsliðnum, sum í fjør var til U18 EM, sum stjólu yvirskriftirnar eina løtu í Hoyvík. H71 vantaði bjargingar fyri steðgin, men Ingi Johannesen í málinum gjørdist týðandi fyri steypasigrinum saman við umráðandi bjargingum í 2. hálvleiki. Millum annað bjargaði Ingi einum brotskasti.

[object Object]
Brian Slyne tók stóra ábyrgd fyri H71 í kvøld og skeyt átta mál (Mynd: Jens Kr Vang)

Sí eisini: H71-VÍF (myndir)

Sakaris Sakarisson gjørdi stóran mun á strikuni og í miðverjuni, Høgni Heinason tók stóra ábyrgd í bakketuni - serliga 1. hálvleiki - meðan Brian Slyne og omanfyri nevndi Jákup Egholm stóðu fyri flestu málunum. Sum heild spældu hoyvíkingar seg ofta væl til góðar møguleikar, teir hildu høvdið kalt, tá teir skuldu og fóru frá aftur, eftir at VÍF javnaði.

Munurin varð fýra mál, og talan var um fimta steypagullið hjá H71 monnunum seinastu seks árini. Liðið er ógvuliga øðrvísi í 2025, í mun til fleiri av undanfarnu árunum, men teir duga at menna og at vinna í Hoyvík. Í VÍF-leguni munnu teir iðra seg nógv; nú er FM eftir at kappast um.

Faxe Kondi steypafinalur 2025 - menn
Leygardagin 22. februar:
H71 – VÍF 33-29 (16-17)

Dystargongdin: 
5 min: 1-2
10 min: 4-5
15 min: 8-10
20 min: 12-13
25 min: 14-15
30 min: (17-17)
35 min: 20-17
40 min: 25-20
45 min: 26-23
50 min: 27-25
55 min: 29-27
60 min: 33-29

Toppskjúttar: 
H71: Jákup Egholm 10 mál, Brian Slyne 8 mál
VÍF: Dánjal Ragnarsson 7 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder