Hondbóltur

H71-VÍF: Tættar FM-finalur í væntu

Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher halda, at H71 á ymsan hátt liggur væl til vestmenningar, men um lyklaspælararnir hjá VÍF avrika væl, og breiddin verður nýtt rætt, so kann tað koppa hinvegin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-23 13:19 Author image
Portal.fo sjónvarp
placeholder

Sum partur av stóra hondbóltsprátinum á Portalinum fríggjadagin umrøddu Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher mansfinalurnar, sum verða spældar í mai.

Fyrst varð spennandi hálvfinalan í Hoyvík hóskvøldið tikin upp. Tað endaði í longdari leiktíð millum H71 og Neistan, og var dysturin ein góð reklama fyri føroyskan manshondbólt.

[object Object]
Talan gjørdist um eitt hart stríð um finaluplássið í Hoyvík. Serliga Julian hevði sterku verjuna hjá H71 á orðið - hon skal gera tað betur móti VÍF enn í triðju hálvfinaluni (Mynd: Sverri Egholm)

U21-landsliðsvenjararnir eru ikki heilt samdir um kappingarleistin, men tó meira samdir um hvar H71 og VÍF liggja til hvørt annað, og hvørjar avbjóðingar og styrkir finaluliðini hava.

Mark og Julian nevna nakrar lyklar - hoyr eisini havnarmannin tosa um millum annað “bíligu málini hjá VÍF” og “hálvsovandi hoyvíkingar”.

Síggj alt videobrotið ovast.

Sí alt hondbóltsprátið her

Sí eisini: 
- Neistin skal finna nøkur onnur ting fram sunnudagin (í dag - SMS-kvinnur) 
- Ítrottarstjorin: Ítróttarligt og fíggjarligt gott lutakast hjá kvinnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder