Hákun West av Teigum varð toppskjútti í Champions League-dystinum móti Veszprém í kvøld.
Føroyski høgri vongurin fekk nógvar bóltar at arbeiða við, og skoraði hann sjey mál uppá ellivu skot.
Hákun West av Teigum legði eisini upp til eitt mál, tá hann fangaði ein returbólt og fann Mathias Gidsel, og eru uppleggið og tvey av málunum hjá 23-ára gamla føroyinginum við í samandráttinum hjá EHF.
Hann sæst ovast ella á Youtube-rásini
Við sannførandi máli, tá tíggju sekund vóru eftir, syrgdi nummar 34 fyri, at tað ikki gjørdist spenningur um úrslitið heilt til tað seinasta.
Saigurin merkir at Füchse Berlin framvegis hevur fult stigatal - nú 12 stig fyri 6 dystir í Champions League-bólkinum
Les eisini: Hákun West av Teigum toppskjútti og avgerandi í Ungarn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald