Fótbóltur

Håkan: - Hendan burdu vit vunnið

Video: - Vit sita á tí í 70 minuttir uttan at skapa serliga nógv, men tamarhald er á. Eg eri ógvuliga frustreraður av málinum sum vit lata inn - tað skal ikki henda, og tað kundi enntá endað við tapi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-14 08:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein frustreraður og vónsvikin landsliðsvenjari, sum Portalurin tosaði við á Tórsvølli í gjárkvøldið.

Hann hevði júst givið spælarunum greið boð um, at hann var ógvuliga ónøgdur við, hvussu 1-1 málið hjá Lettlandi kom. Hetta bar hann víðari til miðlarnar

- Vit eru ikki nóg djarvir í støðuni. Bakka ov nógv, eingin fer í mannin, sum kann leggja innfyri, og so er ein púra fríur. Hetta hendi móti Kekkia, Moldova og áður móti Lettlandi. Tað skal ikki henda, vit hava snakkað um tað og arbeitt við tí - tí eri eg so frustreraður. 

Sí eisini: Viljormur Davidsen: - Vit áttu at vart fyri málinum

64-ára gamli svenski venjarin hevur glepsað eitt sindur eftir miðlum millum dystin móti Armenia og Lettlandi. Onkrar misskiljingar hava verið, men millum annað segði Håkan Ericson við FM1 hóskvøldið, at man ikki bara kann væntað, at Føroyar fara at vinna á Lettlandi á heimavølli.

Hetta gjørdu vit heldur ikki. Fyri triðja heimadystin á rað vóru Føroyar á odda - fyri triðja heimadystin á rað endaði tað við javnleiki.

- Haldi at vit í mun til avrik, hava víst nakað í hesari kappingini. Fyrri hálvleikur í Lettlandi var ikki nóg góðir. Tað eru løtur her á Tórsvølli, har vit burdu gjørt tað betri, men í kvøld eri eg vónsvikin av, at vit ikki vinna. 

Sí eisini annað sum landsliðsvenjarin segði við okkum: Håkan Ericson: - Hetta er eitt sinnisligt spæl

[object Object]

[object Object]
Myndir: Andrei Antal

Hóast Føroyar høvdu bóltin heilt nógv í gjár, so heldur svenski venjarin ikki, at liðið spældi nóg nógv gjøgnum linjurnar ella skapti nóg nógvar møguleikar. Løtan aftaná 1-1 málið miðskeiðis í 2. hálvleiki var als ikki nóg góð.

- Vit fáa ikki tamarhaldið aftur fyrrenn heilt móti endanum. Í roynd og veru kundu vit tapt dystin, tí vit missa takið á handan hátt.

Eftir dystin segði viðmerkjarin í Kringvarpinum, Oddbjørn Joensen, at FSF burdi koyrt Håkan Ericson til hús. Hetta eru fleri á sosialu miðlunum samd í. Venjarastøðan varð umrødd eftir tapið í Lettlandi. So er spurningurin, hvør støðan er eftir tveir javnleikir á heimavølli, har man hevur verið á odda. 

Føroyar eru framvegis niðast í bólkinum og kunnu harvið enda við at spæla upp-og niðurflytingardystir í 2025. Håkan Ericson - og spælararnir - trúgva tó framvegis uppá, at neyðugu stigini kunnu vinnast í útidystunum í november (Armenia, 14. november og Norðurmakedónia 17. november)

Sí eisini - Video:
Hanus: - Hatta er tað sum hendir tá man ikki er vakin
Adrian: - Haldi vit skuldu vunnið í kvøld og móti Armenia
Bárður: Sindur býtt at lata hatta málið inn

Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - í gjár, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
Føroyar - Lettland 1-1 (1-0)
40' Hanus Sørensen (Brandur Hendriksson) 1-0
69' Dario Sits (Andrej Ciganiks) 1-1

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð (MV) - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hannes Agnarsson - Meinhard Egilsson Olsen

Hesir vórðu innskiftir: Jóannes Bjartalíð (57' fyri René Shaki), Adrian Justinussen (57' fyri Hannes Agnarsson), Sølvi Vatnhamar (57' fyri Brandur Hendriksson), Sonni Ragnar Nattestad (78' fyri Odmar Færø) og Jóan Símun Edmundsson (83' fyri Meinhard Egilsson

Støðan í bólkinum eftir fýra umfør - tvey resta í:
1. Norðurmakedónia 10 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 4 stig
4. Føroyar 3 stig 

Sí eisini: Liðugt á Tórsvølli: - Mistu enn eina leiðslu

Myndir frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder