Teir eru allir á einum máli um, at tað var ein serdeilis keðilig verjustøða sum gjørdi, at teir mistu á stokkinum. Hjá venjaranum er ikki støðan ikki øðrvísi.
Hvat er tað, sum gongur galið hjá tykkum í kvøld?
- Tað kann vera so nógv, men eg haldi, at vit stýra dystinum soleiðis sum vit ynskja tað. Tá teir so fáa málið til 1-1, fer eitt sindur av styrki úr okkara mentalu lyftu, um eg kann siga tað soleiðis. Vit hava einar 15-20 minuttir, har eru ov vánaligir, men undantikið tí, so haldi eg, at vit eiga hendan dystin, sigur Håkan Ericson við Portalin.
Sí eisini: Viljormur Davidsen: - Vit áttu at vart fyri málinum
Føroysku stríðsmenninir áttu góðar portiónir av momentum. Tað var sjón fyri søgn, at teir fóru eftir sigrinum, men tað ikki á mál.
- Vit vildu sjálvandi ynskt, at vit fingu umsett okkara mongu álopsroyndir til mál. Eisini tí, at vit høvdu bóltin nógv meir enn teir, í størsta partinum av dystinum, leggur svenski venjarin afturat.
Kennist tað á liðnum, at tit í longri tíð hava mangla leikarar sum Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen?
- Tað er jú klárt, at millum hasir spælararnir sum tú nevnir, eru avgerandi faktorar í okkara spælið. Vit hava manglar teir, men tað er eisini keðiligt, at Brandur og Jóan Símun, ikki fáa so nógva spælitíð, har teir spæla til dagligt, sigur Håkan Ericson.
Teir á liðnum tvíhalda um, at uppleggið til dystin í dag - dystarætlanin - var gott og at tað var neyðugt, at halda seg til tað. Tó var tørvur á, at áðurnevndu leikararnir spældu í dystinum í dag, sigur venjarin.
- Tað var mín avgerð, at lata teir báðar (Jóannes og Brandur) spæla í dag. Teir spældu eisini væl í seinasta dysti, tí hevur tað nógv at siga fyri okkara ætlanir, at teir eru við í dag, leggur Håkan Ericson afturat.
Kenna tit nakað trýst á tykkum?
- Nei, tað vildi eg ikki mett. Vit spæla jú væl í dag, hóast vit eru sera frustreraðir yvir at missa leiðsluna, svarar sviin Portalinum.
Hvat sigur ein venjari til sínar leikarar eftir ein dyst sum hendan?
- Eg havi sagt við teir, at eg var væl nøgdur við spælið. Hóast hetta, so má eg vera líka ærligur við fjølmiðlarnar, sum eg eri við mínar spælarar. Eg havi eisini sagt við teir, at eg eri so langt frá nøgdur við støðuna, sum gevur mótstøðuliðnum 1-1 málið, sigur Håkan Ericson.
Tað var eygsæð, at talan var um eitt korter, har leikliga gongdin haltaði hjá føroyska landsliðnum. Hetta ásannar Håkan Ericson eisini.
- Eg havi sagt, at tað at missa leiðsluna, eri eg ikki nøgdur við. Og tað kemur frá hjartanum, men tað er tað, sum eg meini, sigur venjarin við Portalin at enda.
Nations League Deild C, bólkur 4
4. umfar - Sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
Føroyar - Lettland 1-1 (1-0)
40' Hanus Sørensen (Brandur Hendriksson) 1-0
69' Dario Sits (Andrej Ciganiks) 1-1
Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð (MV) - Jann Julin Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hannes Agnarsson - Meinhard Egilsson Olsen
Hesir vórðu innskiftir: Jóannes Bjartalíð (57' fyri René Shaki), Adrian Justinussen (57' fyri Hannes Agnarsson), Sølvi Vatnhamar (57' fyri Brandur Hendriksson), Sonni Ragnar Nattestad () og Jóan Símun Edmundsson (83' fyri Meinhard Egilsson)
Støðan í bólkinum eftir dystin:
1. Norðurmakedónia 10 stig
2. Armenia 4 stig
3. Lettland 4 stig
4. Føroyar 3 stig
Fýra umfør eru nú spæld. Tað eru seks umfør, sum skulu spælast - niðasta liðið í bólkinum skal spæla play-off dyst um niðurflyting.
Les eisini: Liðugt á Tórsvølli: Mistu enn eina leiðslu
Viljormur Davidsen: - Vit áttu at vart fyri málinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald