Hondbóltur

Hákun: - Hugsi slett ikki um at vit standa á gáttini til HM

Royni heldur bara at njóta dystirnar við landsliðnum, sigur føroyski høgri vongurin. - Havi ikki upplivað slíkt áskoðaratrýst aðrastaðni, og tað kann verða torført, hóast tað er pluss sjey nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-12 12:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann er einasti høgri vongurin í hópinum, og skal aftur spæla 60 minuttir í dag. Tað ger hann ikki so ofta í Füchse Berlin, og Hákun West av Teigum er til reiðar at koma við nógvari megi í kvøld.

22-ára gamli hoyvíkingurin hevur leingi spælt uttanfyri landoddarnar, og í fjør var hann við Skanderborg Aarhus í júst Norðurmakedónia. Har spældu teir móti Eurofarm Pellister.

- Tað vóru eini 3.500 áskoðarar, men tað ljóðaði sum eini 12.000. Havi ikki upplivað slíkt áskoðaratrýst nakrastaðni.

Harvið er Hákun greiður yvir, at tað verður eitt trýst við umleið 6.000 mælskum norðurmakedónum í kvøld. Teir kunnu tó eisini venda sínum liði baki, og spælararnir á heimaliðnum kunnu eisini verða ávirkaðir neiligt av støðuni, vísir Hákun á.

Í samrøðuni við Portalin uttanfyri gistingarhúsið tosaði hann eisini um týdningin av dystinum, ið høgri vongurin ikki hugsar nakað serligt um. Fyrimunurin á sjey mál kann gera stóran mun, staðfestir Hákun West av Teigum.

Sí alla samrøðuna ovast.

Sí eisini: Myndir: Stilli í stóru høllini í Skopje

Føroyar og Norðurmakedónia spæla í Skopje klokkan 18 føroyska tíð. Tað er 34-27 til Føroyar eftir fyrra dystin - samanlagdi vinnarin fer víðari til HM-endaspælið í janauar 2025. Vit hava ymiskt tilfar úr norðurmakedónska høvuðsstaðnum seinni.

Portalurin er á staðnum í Skopje og hevur beinleiðis blogg og nógv ymiskt annað tilfar í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder