Hondbóltur

Hákun: Havi næstan bara hugt eftir hondbólti

Høgri vongurin viðurkennir, at tað er frustrerandi at verða mest sum mansvardur og at ikki heilt fáa hjálpt. Stórir málverjar og annað órógva eisini føroyska spælið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-07-01 14:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast hann so at siga ikki varð spældur í dag vegna danska mansverju, so skoraði Hákun West av Teigum fýra - av fýra.

Høgri vongurin hevur verið tikin úr føroyska spælinum tveir teir seinastu dystirnar, og tað hevur kostað. Tryggleikin manglar eitt sindur.

Føroyar skulu spæla meira sum eitt lið í morgin, heldur Hákun West av Teigum, ið veruliga vil vinna og enda væl.

Hóast tap og mansverju so er hoyvíkingurin eitt sindur fegin um at vera í stóru høllini í Berlin, sum verður hansara heimavøllur næstu árini.

Sí eisini: 
Ísak: Ræðuliga strævið at jagstra teir allatíðina
Mark Lausen-Marcher: Samanumtikið skuldu vit vunnið dystin
Pauli: Halda ikki høvdið kalt í avgerandi støðum
Bjarni: Nøkur dýr skot moti endanum kosta
HM: Kunnu nú ikki enda í topp-fimm

HM-endaspæl fyri U21 menn 2023 - um 5.-8. pláss
Max Schmeling Halle, leygardagin 01.07

Føroyar - Danmark 23-26 (10-13)

Dystargongdin:
5 min: 0-2
10 min: 4-5
15 min: 
7-7
20 min: 8-10
25 min: 9-12

35 min: 12-13
40 min: 14-15
45 min: 15-16
50 min: 17-19
55 min: 20-23

Føroyskir málskjúttar:
Ísak Vedelsbøl 5
Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (1)
Bjarni í Selvindi 5
Hákun West av Teigum 4
Óli Mittún 2
Janus Dam Djurhuus 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1

Skoteffektivitetir: Mál/skot: 23/45 = 51 prosent

Upplegg:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 7
Óli Mittún 3
Sveinur Olafsson 2
Pauli Mittún 1
Pauli Jacobsen 1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 17/41 = 41 prosent
Aleksandar Sasha Lacok 0/2 (Bara inni til tvey brotskøst)


Tekniskar villur:
Føroyar: 4
Danmark: 5

Útvísingar:

Føroyar: 2
Danmark: 3

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder