Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf eru framvegis undir liðuni á Melsungen í oddinum í Bundesliguni - bæði liðini hava 18 stig fyri ellivu dystir. Hetta er greitt eftir dramatiska sigurin hjá "Die Recken" á meistarunum úr Magdeburg leygarkvøldið.
Les meira: Vilhelm og teir vunnu dramatiskan sigur á meistarunum
Flensburg-Handewitt vann eisini um vikuskifti, og Jóhan á Plógv Hansen og teir hava nú 17 stig.
Tað hevur Fücshe Berlin eisini. Tað endaði 33-29 í Max-Schmeling Halle í gjár. Heimaliðið fór frá, sum seinni hálvleikur leið.
Stigatalvan í Bundesliguni sæst her
Hákun West av Teigum spældi fyrstu 50 minuttirnar og skoraði uppá fýra av sínum fimm málroyndum. Høgri vongurin vann eisini einaferð bóltin frá Stuttgart í verjustøðu - hann hevði eitt "steal", vísa hagtølini.
Ein góður dagur hjá 22-ára gamla hoyvíkinginum og hansara liðfeløgunum. Hákun fær stórt álit í Bundesliguni.
Hann spælir ikki nógv í Champions League, har Tobias Reichmann hevur fingið so at siga allar minuttirnar higartil. Tað er í Champions League, á heimavølli móti PSG hósvkøldið 28/11, at næsta uppgávan hjá Hákuni og teimum er.
HER ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum móti Stuttgart. Einasta atgerðin hjá Hákuni, sum er við, er einasta brenda skotið hjá honum. Tað er franski landsliðsmálverjin og fyrrverandi liðfelagin hjá Eliasi á Skipagøtu, Samir Bellahcene, sum stórbjargar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald