Eftir EM-endaspælið í Týsklandi eru flestu kappingarnar fyri feløg hjá monnum av komnar í gongd aftur. Um vikuskifti vórðu fjórðingsfinalurnar í DHB Pokal spældar, og greitt er nú, hvørji fýra feløg skulu spæla í Final Four, sum verður í Köln í apríl.
Føroysk umboðan verður. Hákun West av Teigum spældi sum so ikki nakran leiklut, tá Füchse Berlin í gjár vann 31-29 á Gummersbach, men høgri vongurin úr Hoyvík fer so at vera partur av stóra hálv- og finaluvikuskiftinum í apríl.
Füchse var á odda so at siga allan dystin, men tað var rímiliga tætt. Hans Lindberg, ið stendur frammanfyri Hákun í kappingini um plássið, skoraði seks mál og landsmaður hansara, Mathias Gidsel gjørdist toppskjútti við níggju málum. Dejan Milosavljev stóð eisini ein stóran dyst í málinum við 16 bjargingum, harav fýra eftir brotskast.
Jóhan á Plógv Hansen spældi væl í trygga fjórðingsfinalusigrinum hjá Flensburg-Handewitt. Her fegnast hann saman við toppskjúttanum og landsliðsliðfelagnum, Simon Pytlick (Mynd: sg-flensburg-handewitt.de)
Hini feløgini í hálvfinalunum eru SC Magdeburg, MT Melsungen og SG Flensburg-Handewitt.
Havnarmaðurin í Flensburg, Jóhan á Plógv Hansen, stóð seg væl í Hamburg. Høgri vongurin skoraði fimm mál í trygga sigrinum hjá sigursvanda felagnum. Eisini hann verður millum teir, ið fer at kappast um týskt steypagull um stórar tveir mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald