Hondbóltur

Hákun og Jóhan skulu ikki møta hvørjum øðrum í Hamborg

Füchse skal spæla týskara-uppgerð móti Rhein Neckar Löwen, og Flensburg hittir Dinamo Bucuresti. Hálvfinalurnar í “EHF Finals” eru á skránni 25. mai.

Hákun West av Teigum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-03 12:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í vikuni varð endliga greitt hvørji fýra lið komu í hálvfinalurnar í European League, og nú hevur lutakastið til hálvfinalurnar í næststerkastu evropeisku kappingini verið.

Tað háttaði seg á hendan hátt:
SG Flensburg-Handewitt (GER) móti Dinamo Bucuresti (ROU)
Rhein-Neckar Löwen (GER) móti Füchse Berlin (GER)

Týsk feløg hava sitið á kappingini, og um Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir vinna á rumenska stórfelagnum, so verður talan um reina týska finalu.

So er bara spurningurin, um Hákun West av Teigum og høvuðsstaðarfelagið liva upp til favorittleiklutin móti Rhein-Neckar og koma í finaluna annað árið á rað. Tað er møguligt, at bæði ein hoyvíkingur og ein havnarmaður síggjast á finalugólvinum í Hamborg.

Í fjør var Annika Fríðheim Petersen við danska NFH til Final Four í European League. Hetta er fyrstu ferð, at mannligir føroyskir hondbóltsspælarar eru komnir so langt í kappingini.

Hálvfinalurnar verða spældar í snotiligu høllini í Hamborg leygardagin 25. mai. Dagin eftir eru finala og bronsudystur á skránni har.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder