
Nýtt kappingarár og meira álopsframsýning frá Füchse Berlin: 20 mál fyri steðgin og 19 mál eftir steðgin móti Bergischer, og tá man letur 39 mál er torført at vinna.
Bergischer hekk annars væl í Bundesliga-meistarunum eina góða løtu og javnaði millum annað til 22-22 stórar seks minuttir inn í 2. hálvleik.
Men tá Lasse Ludwig í Füchse-málinum hevur 15 bjargingar, og týðandi maðurin Johannes Wasielewski fær reytt kort, so verður trupult at hanga í Mathias Gidsel og hinum.
Heimsins besti spælari skeyt í dag 10 mál, legði upp til 8 og skapti alt møguligt órógv.
Á høgra vongi gjørdi Hákun West av Teigum sítt, tá hann fekk bóltin. Tað var tríggjar ferðir, og skoraði 23-ára gamli føroyingurin eisini trý mál.
Mmillum annað gjørdi føroyski landsliðsprofilurin fyrsta málið hjá Füchse í kappingarárinum: Til 1-0. Hákun skoraði eisini tvey mál seint í dystinum, áðrenn leo Prantner slapp inn eina løtu.
Tíverri er einki av málunum hjá Hákuni West av Teigum við í samandráttinum ovast - hæddarpunktini síggjast annars eisini her
Tað endaði 39-27 til týsku meistararnar í 1. umfari. Mikukvøldið, 3. august, verður útidystur móti Frisch Auf Göppingen á skránni í 2. umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald