
- Vit spældu sum vant. Sjálvandi var tað ikki líka elegant uttan Gidsel. Men eg má tó eisini geva Milosavljev stóran rós fyri ein fantom dyst í málinum.
Soleiðis segði Hákun West av Teigum í stuttari viðmerking úr Köln seint í gjárkvøldið. Hetta nakrar tímar eftir at hann og Füchse Berlin høvdu spælt seg í Champions League-finaluna við 34-24 sigri móti franska Nantes. Mathias Gidsel fekk reytt kort longu eftir átta minuttir, men tað var tó kortini uttan himpr hjá Hákuni og temum.
Sí eisini: Hákun West av Teigum skal spæla Champions League-finalu
Hákun West av Teigum rósar serbiska málverjanum hjá sær, "Milo", sum hevði 15 bjargingar í hálvfinaluni, har Nantes bert skoraði 24 ferðir (Myndir: Füchse Berlin)
Mathias Gidesl hevði ein langan dyst á útvísingsstólinum men kundi anda lættan. Heimsins besti spælari er heilt frískur til finaluna í dag, og tað kann vera ein fyrmunur fyri Füchse (Myndir: Füchse Berlin)
Magdeburg basti Barcelona í dramatiskari og tættari hálvfinalu í gjárkvøldið. Bæði Füchse og Magdeburg hava vunnið yvir tíggju dystir á rað og kappaðust til tað seinasta um týska meistaraheitið.
Hákun og teir fingu gull um hálsin fyri einari viku síðani, og skulu aftur royna at gera tað í kvøld. 23-ára gamli vongurin, sum nú verður fyrsti føroyingur í einari Champions League-finalu, sigur við Portalin, at tað verður ein harður og tættur dystur - teir høvdu helst ynskt Barcelona í staðin.
- Tað hevði verið meira sjarmerandi móti Barcelona, men tað endaði við SCM. Tað verður sum altíð móti teimum ein ordans kampur um alt. Bæði liðini "matcha" hvønn annan væl, so tað verður allarhelst ein tættur dystur.
Hákun West av Teigum stórfegnast um annað av málum sínum í hálvfinaluni. Føroyingurin skoraði uppá bæði síni skot
Fegnir Füchse spælarar eftir at teir hava spælt felagið í sína fyrstu Champions League-finalu nakrantíð (Myndir: Füchse Berlin)
Champions Leaague-finalan verður spæld í kvøld, sunnudagin 15. juni, klokkan 17. Til ber at síggja Hákun West av Teigum og hinar á DR2, TV3 MAX ella Viaplay.
Sí eisini:
- Hákun er dugnaligur, treiskur og ein fyrimynd
Hákun hevur dugað væl at funnið fram til, hvat tað besta var fyri hann
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald