Tveir føroyskir A-landsliðsspælarar hava seinastu dagarnar stríðst fyri lívinum hjá Hallby í bestu svensku deildini. Rói Ellefsen á Skipagøtu og Pætur Mikkjalsson komu til felagið síðsta summar, og í gjárkvøldið spældu teir seinasta dystin í kappingarárinum.
Orsakað av at teir endaðu á fjórðaftasta plássi, varð neyðugt við play-off dystum móti Vinslovs úr næstbestu deildini, har tað var fyrst upp í tríggjar sigrar.
Fyrsti dysturin endaði í longdari leiktíð, har Hallby vann. Sigurin mánakvøldið var væl tryggari (+7), og í gjárkvøldið var eingin ivi í Jönkoping.
Hallby skoraði 17 mál í báðum hálvleikunum og vann 34-25. Rói á Skipagøtu skoraði fimm mál og legði upp til nøkur onnur. 20-ára gamli hoyvíkingurin hevur sáttmála við Hallby fyri næsta kappingarár eisini.
Pætur Mikkjalsson skal spæla fyri Team Sydhavsøerne í næstbestu deildini næsta kappingarárið. Hetta er felagið, har Pauli Mittún hevur spælt við í 2023/2024. Tað hevur greiðar æltlanir um at flyta upp.
Sterki strikuspælarin var darvaður av skaða í fyrra partinum av kappingarárinum í Svøríki. Pætur hevur ikki spælt so nógv seinastu tíðina, tí satsað hevur verið uppá strikuspælarar, sum halda fram í Hallby.
Pætur Mikkjalsson til EM-endaspælið í januar, har hann hevði nógvar góðar løtur. 27-ára gamli hoyvíkingurin skiftir nú úr Noreg til Danmarkar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald