Fótbóltur

Hallur og Horsens vunnu í Parkini

Føroyski liðformaðurin kundi fegnast, tá hann og hansara lið syrgdu fyri, at ringa byrjanin hjá FCK uppá várhálvuna í Superligaini heldur fram.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-08 17:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var manntómt á áskoðaraplássinum á stóra leikvøllinum á Eysturbrúgv í danska høvuðsstaðnum tá Hallur Hansson og Horsens vitjaðu seinnapartin. Horsens kom hósvkvøldið víðari í steypakappingini eftir longda leiktíð og brotsspark.

Les eisini: Hallur og Horsens víðari til hálvfinalurnar

Enn eitt stórt útslit kom til høldar í dag. Einasta málið í dystinum kom tíggju minuttir fyri leiklok, tá verjuleikarin Alexander Ludwig sló til.

Harvið vann liðið, sum nú er áá 10. plássi, 1-0 á stórfelagnum á 2. plássi. FCK kom víðari móti Celtic í Europa League fyri tíggju døgum síðani, men er eftir vetrarsteðgin sligið út í steypakappingini og hevur bert fýra stig í sínum fyrstu fýra dystum í Superligaini. 

Hallur Hansson spældi allar 90 minuttirnar í Parkini. Tveir dystir eru eftir av grundspælinum. Næsta vikuskifti skal Horsens til Herning at spæla ímóti oddaliðnum FC Midtjylland.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder