Fótbóltur

Hallur skoraði - Viljormur og Vejle sigraðu

Viljormur Davidsen og Sonni Ragnar Nattestad leiktu báðir allar 90 minuttirnar; Hallur Hansson kom inn í hálvleikinum og skoraði.

Eins og ímóti Malta á Tórsvølli fyrr í ár, skoraði Hallur Hansson í kvøld. Viljormur og Vejle fóru tó avstað við sigrinum
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Eins og ímóti Malta á Tórsvølli fyrr í ár, skoraði Hallur Hansson í kvøld. Viljormur og Vejle fóru tó avstað við sigrinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-05 20:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir føroyskir landsliðsleikarar vóru í eldinum í "grannauppgerðini", tá Vejle í kvøld tók ímóti AC Horsens. Hetta var seinasti dysturin í 15. umfarið í Superligaini.

Vejle hevði undan dystinum 12 stig saman við Hobro aftast á stigtalvuni. Horsens kundi betra um sína støðu í mun til at koma í endaspælið um meistaraheiti. Heldur óvæntað kom Vejle nógv betri frá byrjan. Heimaliðið legði sera nógv fyri í nærdystinum og skapti vandamiklar støður. Í 18.minutti eydnaðist tað so hjá svianum, Melker Hallberg, at leggja Vejle á odda.

Heimaliðið helt á at trýsta, og Sonni Ragnar Nattestad noyddist at kasta seg fyri í seinastu løtu í tveimum førum. 24-ára gamli miðverjin spældi allan dystin. Stutt fyri hálvleik eydnaðist tað ikki hjá honum, ella nøkrum øðrum á Horsens-liðnum, at forða fyri at Velje økti í samband við eitt hornaspark.

Viljormur Davidsen spældi sum vant á vinstra vongbakki hjá Vejle, og hann hevði ein góðan dyst. Eftir leikbanni fyri tveimum vikum síðani hevur Hallur Hansson byrjað á bonkinum fyri Horsens. Í kvøld varð hann settur inn í hálvleikinum, og miðvallarin gjørdi beinanvegin mun. Ein lítlan minutt inn í 2. hálvleik fekk Hallur bóltin, legði hann væl til rættis og við vinstrabeininum smekkaði hann bóltin niður í longra málhorn frá brotsteigarmarkinum - eitt flott mál. Hallur fekk eisini liðskiparabandið, tá Mattias Nielsen varð skiftur út.  

Vejle var tó betra liðið í kvøld og avgjørdi dystin stutt eftir tíman. Sonni Ragnar, ið fekk eitt gult kort seint í dystinum, varð sendur fram í álopið seinastu tíggju minuttirnar. Men Velje helt fast, og Viljormur og hansara lið kundu fegnast yvir fyrsta sigurin í Superligaini í fimm dystir. Eisini hevur vinstribakkurin á landsliðnum nakað at reypa av, tá føroyska landsliðið savnast um eina viku.   

Vejle er nú á 12 plássið, og hevur fimm stig upp til AC Horsens ið er nummar seks.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder