Í summar fóru Hallur Arason og Sveinur Olafsson til Íslands at spæla hondbólt. Teir skiftu úr ávikavist VÍF og H71 eftir fleiri góð ár í fremstu føroysku deildini.
Talan er um tveir av útisetunum, sum framvegis ikki eru á A-landsliðnum, men teir spæla við liðnum, sum í løtuni er oddalið í Íslandi.
Í gjár vann Afturelding 38-27 á ÍBV eftir hálvleiksstøðuna 19-9. Hallur Árason gjørdi sítt í serliga álopspartinum, meðan Sveinur Olafsson hevði leiklut í verjupartinum.
Hallur skeyt fimm mál. Høgri bakkurin úr Kvívík hevur avgjørt styrki í sínum vinstra armi, og var hann við at senda Afturelding upp á ovastu rók aftur í Olís deildini. Liðið úr Mosfellsbær, nærhendis Reykjavík, yvirhálaði FH í tøttu deildini.
Afturelding hevur nú 11 stig fyri sjey dystir. Stjarnan, við Jóhannesi Bjørgvin, og Valur, við Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi, hava sjey stig hvør. Valur hevur ein dyst færri og spælir í kvøld móti Fjølni.
Sí eisini: Valur við stórum evropeiskum úrsliti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald