2. umfar í European League-bólkaspælinum var á skránni í gjárkvøldið, týskvøldið 15. oktober.
Fýra føroyingafeløg spældu, men bert tríggir av teimum seks føroyingunum í feløgunum spældu veruligar leiklutir:
Flensburg og Kiel - Jóhan á Plógv Hansen og Elias Ellefsen á Skipagøtu
Sum væntað vunnu týsku stórfeløgini sínar útidystir, hóast tað varð væl tættari hjá Kiel móti Vojvodina í Serbia enn hjá Flensburg í Kekkia móti HBC Karvina.
Jóhan á Plógv Hansen var í hópinum hjá Flensburg, men norðmaðurin Aksel Horgen var á høgra vongi allan dystin og skoraði fimm mál. Jóhan skal skifta felag næsta summar.
Kiel hevur eisini fult stigatal fyri tvey umfør, men Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur framvegis ongan minutt spælt í ár. Spælskiparin er darvaður av knænum - hann verður tó eftir øllum at døma tøkur til landsdystirnar tíðliga í november.
Sí eisini: Skjótt byrjar ferðin móti enn einum EM-endaspæli
Sävehof fekk tað ikki at hanga saman móti franskari mótsstøðu
Fenix Toulouse var á odda við sjey málum í steðginum í Svøríki og vann við seks (31-37)
Hetta var ikki heilt kvøldið hjá Óla Mittún, sum skoraði tvey mál uppá síni seks skot. Ísak Vedelsbøl fekk tó sítt fyrsta evropeiska mál, tá ungi strikuspælarin skoraði við sínum einasta skoti.
IK Sävehof hevur null stig fyri tveir dystir, og tað sær tungt út í mun til at koma víðari aftur í ár.
Ísak Vedelsbøl skoraði sítt fyrstia mál í kappingini. Hann er úttikin til fyrstu EM-undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)
Valur stríddi seg til óvæntaðan javnleik
Porto var á odda við sjey málum í steðginum, men í 2. hálvleiki í Reykjavík var Bjørgvin Páll Gustavsson ein múrur. Málverjin tók samanlagt 19 skot í dystinum og var, saman við nógv batnandi álopspspælið, høvuðsorsøkin til, at Valur vendi tí.
Portugisiska stórfelagið fekk bert eitt stig við sær úr Íslandi, har fagnaðurin er stórur um góða stigið.
Allan Norðberg spældi ikki stóran leiklut í gjár - hann er ikki skrásettur fyri nakað skot. Bjarni í Selvindi skoraði tvey mál uppá seks skot - somu skothagtøl sum Óli Mittún. Ikki beinleiðis heilt flott men eitt flott stig, sum ein skálamaður og ein strandingur vóru við at vinna Vali.
3. umfar í bólkaspælinum í næststerkastu evropeisku kappingini verður týsdagin 22. oktober.
Støðurnar í bólkunum síggjast HER - seks umfør eru, og tvey tey bestu liðini úr hvørjum bólki koma víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald