Fyri júst einari viku síðani fekk Hannes Agnarsson landsliðsboð, eftir at Daniel Johansen hevði givið avboð vegna skaða.
Les eisini:
Hannes á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð
Hannes: Hetta er ótrúliga stuttligt at prøva
Í gjárkvøldið fekk 22-ára gamli kanturin so møguleikan, tá hann kom inn fyri René Shaki Joensen í 67. minuttir. Hannes fekk víst sína ferð og ágrýtni, tá hann skjótt fór í kapprenning við eysturríska liðformannin og Real Madrid-leikaran, David Alaba, og fekk eina ferð eisini veurliga fjøldina í kók, tá hann tætt við baklinjuna sneiddi ein verjuleikara av og legði væl útfrá - tíverri gjørdist talan ikki um tann stóra málmøguleikan, ið tað kundi verða til.
B36-leikarin misti onkran bólt, men smæddist ikki burtur og arbeiddi hart. Við hansara "spídskompetansum", og um hann megnar at halda seg skaðafríarn, so er helst greitt, at reyðhærda snarljósið fer at fáa fleiri landsdystir.
Hannes Agnarsson hevur áður umboðað øll U-landsliðni. Sambært yvirlitinum hjá Fótbóltssambandi Føroya gjørdist hann leikari nummar 178, ið umboðar føroyska A-landsliðið við monnum í altjóða skrásettum dysti.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald