22-ára gamli Hannes Agnarsson hevur ikki spælt ein landsdyst í beint undir tvey ár - tað var við U21-landsliðnum.
Hvirluvindurin úr B36 hevur verið nógv darvaður av skaðum sum vaksnamannaleikari, men í ár hevur Hannes spælt 19 útav 24 dystum hjá B36 í Betrideildini, og hann vísur á avrikini í seinastuni sum tað, ið helst hevur verið avgerandi fyri úttøkuna.
At vera partur av A-landsliðnum er bara nakað annað enn á ungdómslandsliðunum, tí alt er tað seriøsari, sigur kviki kantspælarin, ið væntar at hann kann brúkast væl í kontraspælinum og til at vera ein, sum setur leikarar av og setur ferð á.
Føroyska A-landsliðið við monnum spælir leygarkvøldið móti Eysturríki og týskvøldið móti Skotlandi. Báðir dystirnir verða leiktir á Tórsvølli.
Sí eisini: Hallur Hansson: Vit eru øgiliga spentir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald