Hann er uttan felag í løtuni, 29-ára gamli miðvallarkríggjarin og liðformaðurin á føroyska A-landsliðnum.
Hetta skal helst broytast skjót, viðgongur hann í viðtalu við Portalin undan dagsins landsliðsvenjing, men Hallur Hansson vísir eisini á, at "tað skal ikki bara vera okkurt”.
Hann sigur seg vera takksaman fyri at hava fingið møguelikan at vant eitt sindur við B36 fyri at halda seg í gongd, og vísur á at hann nú setur enn størri prís uppá at savnast við landsliðnum.
Liðformaðurin vísur á eina framgongd í spæli, at teir eru væl fyri, hvat orku viðvíkur, og at tað eru slík ting, ið teir gleða seg at visa fram fyri áskoðarunum á Tórsvølli leygarkvøldið móti Eysturríki og týskvøldið móti Skotlandi - har Føroyar hava góðar møguleikar, um teir standa saman sum eitt lið, sigur Hallur Hansson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald