Fótbóltur

Hannes á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð

22-ára gamli B36-leikarin avloysir Daniel Johansen, ið hevur fingið ein skaða. - Fyri ein fótbóltsspælara er ikki nógv, ið verður størri enn hetta, sigur nýklækti landsliðsspælarin við heimasíðuna hjá FSF.

- Eg bleiv sera yvirraskaður av boðunum, tí eg var ikki ordiliga klárur yvir, at eg var so nær landsliðnum, sigur Hannes Agnarsson, ið fyrrapartin sunnudagin fekk boð um, at hann var úttikin til A-landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi (Mynd: Bjarni Enghamar/portal.fo)

- Eg bleiv sera yvirraskaður av boðunum, tí eg var ikki ordiliga klárur yvir, at eg var so nær landsliðnum, sigur Hannes Agnarsson, ið fyrrapartin sunnudagin fekk boð um, at hann var úttikin til A-landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi (Mynd: Bjarni Enghamar/portal.fo)

2021-10-03 15:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í vikuni varð Daniel Johansen úttikin sum 23. leikarin í føroyska landsliðshópinum til heimadystirnar móti Eysturríki og Skotland, ið verða leiktir ávíkavist 9. og 12. oktober.

Les eisini: John og Daniel verða eisini við í hópinum

Men í gjár fór vinstri bakkurin hjá HB út við skaða í grannauppgerðini móti B36, og hann er harvið ikki førur fyri at vera við landsliðnum. Í hansara stað kemur ein, ið spældi ímóti Daniel í gjár:

– Eg bleiv sera yvirraskaður av boðunum, tí eg var ikki ordiliga klárur yvir, at eg var so nær landsliðnum, sigur Hannes Agnarsson, ið fyrrapartin sunnudagin fekk boð um, at hann var úttikin til A-landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi.

Hannes Agnarsson hevur í ár spælt tjúgu dystir og skorað fýra mál fyri B36. Kviki kantspælarin hevur spælt fýra U21-landsdystir, umframt at hava spælt nógv á U19 og U17-landsliðnum og at hava gjørt vart við seg í nøkrum evropeiskum dystum fyri B36.

– Eg eri ótrúliga spentur og glaður fyri møguleikan, og eg síggi fram til at verða partur av landsliðnum. Fyri ein fótbóltsspælara er ikki nógv, ið verður størri enn hetta, sigur nýklækti landsliðsspælarin við heimasíðuna hjá FSF.

Hannes og hinir hittast í høvuðsstaðnum týsdagin, tá fyrsta venjingini fram ímóti dystunum verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder