Fótbóltur

John og Daniel verða eisini við í hópinum

Áleyparin avloysir Andreas Lava Olsen, ið hevur givið avboð - Daniel Johansen ger, at talið av úttiknum nú er 23..

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-30 16:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin varð A-landsliðhópurin hjá monnum til HM-undankappingardystirnar móti Eysturríki og Skotlandi, sum verða á Tórsvølli ávíkavist leygardagin 9. og týsdagin 12. oktober, kunngjørdur.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at ein av teimum 22 úttiknu nú hevur givið avboð. Talan er um áleyparan úr Leirvík, Andreas Lava Olsen. Í hansara stað hevur venjarin, Håkan Ericson, sent boð eftir John Frederiksen, sum fyri fyrstu ferð varð úttikin til dystirnar í oktober. Áleyparin, sum spælir í næstbestu deildini í Eysturríki, kom á vøllin seint í dystinum móti Danmark.

Somuleiðis hevur landsliðsvenjarim sent boð eftir Daniel Johansen úr HB til komandi dystir hjá A-landsliðnum. Vinstri bakkurin spældi sín fyrsta landsdyst móti Moldova, har Føroyar vunnu 2-1.

Enn ber til at ogna sær atgongumerki til landsdystirnar móti eysturríkarum og skotum. Sølan seinastu dagarnar hevur gingið væl, og í løtuni eru beint omanfyri 3.000 atgongumerki seld. Sølan fer fram í Nethandilinum á FSF.fo.

Málverjar: 
Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36

Verjuleikarar: 
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds BK (NOR)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes Ulf (NOR)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (ÍRL)
Hørður Askham, HB
Heri Hjalt Mohr, HB *
Daniel Johansen, HB

Miðvallarar: 
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (SVØ)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
René Shaki Joensen, HB)
Hallur Hansson (Einki felag)
Petur Knudsen, Lyngby (DK)

Áleyparar: 
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (BEL)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne FK (NOR)
John Frederiksen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder