Hondbóltur

Harrington skal venja Neistamenn

Sjúrður Thomassen verður hjálparvenjari og Dejan Lacock málmansvenjari.

Scott Harrington

Scott Harrington

2024-08-15 10:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Høvuðsvenjari hjá Neistamonnum hetta komandi verður tann ógvuliga royndi og hondbóltskøni bretin, Scott Harrington. Tað boðar Neistin frá í tíðindaskrivi í dag.

Scott Harrington hevur fyrr arbeitt fyri Neistan við sera góðum úrslitum, og hann hevur eisini verið mennari hjá Hondbóltssambandinum og venjari hjá føroyska kvinnulandsliðinum.

Seinastu árini hevur hann virkað í Noregi, har hann millum annað hevur verið høvuðsvenjari hjá Viking Stavanger, sum hevur havt fleiri føroyskar landsliðsleikarar í hópinum.

Hjálparvenjarin hjá Scott Harrington verður Sjúrður Thomasen, og Dejan Lacock verður málmansvenjari. Liðleiðari verður Barbara Høj, sum hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri Neistan í mong ár.

Fyri at tryggja sær fyrsta floks samanhang í venjingini, verður Scott Harrington eisini venjari hjá monnunum í 1. deild og dreingjum 18 ár, skrivar Neistin í tíðindaskrivi.

[object Object]Frá vinstru Sjúrður Thomassen, hjálparvenjari, Scott Harrington, høvuðsvenjari, og Barbara Høj, liðleiðari. Harafturat er Denaj Lacock partur av venjaratoyminum, sum málmansvenjari


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder