Fyrsti hálvleikurin hjá føroyskum liði í HM endakapping er spældur, og støðan er 15-13 til Montenegro.
Talan hevur verið um ein óvanliga fysiskan og harðan fyrra hálvleik. Montenegro spælir veruliga við vøddunum mótu kviku føroysku bakspælarunum, Súnu, Janu og Mariu. Tær verða støðgaðar við hørðum taklingum.
![]()
Gamaní hava vit fingið fleiri brotskøst enn Montenegro hevur fingið, men ikki nóg mikið. Egyptisku systrarnar við dómarafloytunum loyva rættiliga hørðum spæli.
Føroyska verjan hevur staðið rættiliga væl hear fyrstu 30 minuttirnar. Og tað er ein treyt móti stóru og sterku montenegrinsku kvinnunum.
Spælarin, sum hevur staðið seg best, er kanska Annika Fríheim í málinum.
Rakul Wardum stóð millum málstengurnar at byrja við, men hevði trupult við at náa hørðu skotunum hjá Montenegro. Eftir at Annika kom inn hava bjargingarnar verið fleiri, og tað er helst tað mest positiva við hesum hálvleikinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald