Hondbóltur

Hava myndað tær seinastu seks finalurnar

Vit skulu aftur til 2014 fyri at finna seinastu steypafinaluna hjá monnum, sum var uttan luttøku av H71 ella Neistanum. Liðini hittust í finaluni fyri fimm árum síðani.

Rasmus Søby og Neistin gjørdust steypavinnarar í 2019 men tapti í sama árið fyri H71 eftir fimm FM-finalur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rasmus Søby og Neistin gjørdust steypavinnarar í 2019 men tapti í sama árið fyri H71 eftir fimm FM-finalur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-19 09:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2012 vunnu menninir hjá Neistanum sína fjórðu finalu á rað. Júst tað var serstakt, men tað sum eisini var serstakt var, at tað var næstbesta liðið hjá H71, ið var mótstøðuliðið. Ein góð blanding av ungum og royndum leikarum úr Hoyvík hevði koppað stórfavoritttunum úr KÍF í hálvfinalunum, men í finaluni vóru teir í bláum bara sterkari.

Í 2016 hittust bestu liðini hjá Neistanum og H71 fyri fyrstu ferð í einari steypafinalu. Talan gjørdist um tann fyrsta sigurin hjá H71 í einari steypafinalu í 18 ár. Árið eftir eydnaðist aftur at lyfta steypið - 28-25 móti StÍF - í 2018 kiksaði tað av álvara móti Kyndli, men í fjør fingu hoyvíkingar lønt teimum grønu aftur. Harvið hevur H71 vunnið steypakappingina fýra ferðir - Neistin hevur vunnið sjey ferðir. Seinast var í ógvuliga spennandi grannafinaluni í 2019, har teir í bláum vunnu við einum máli við skoti í seinasta sekundi frá Rasmusi Søby.

Síðani 2014 er tað ikki komið fyri, at ein steypafinala er leikt, uttan at Neistin og H71 hava luttikið. Seinastu seks árini hava teir í bláum spælt í trimum finalum - hoyvíkingar hava spælt í fýra finalum. Sum nevnt so hittust liðini í einari fyri fimm árum síðani. Menninir hjá H71 og Neistanum høvdu eisini tættar og spennandi  dystir um FM-heiti í 2018 og 2019, og lagt er upp til spennandi finalu í Høllini á Hálsi í morgin. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.30.

Yvirlit yvir allar steypafinularnar umframt ársins steypakapping


Les eisini:
Avmarkað áskoðaratal til Faxe Kondi-steypafinalurnar
Dómarar eru settir til steypafinalurnar hjá teimum vaksnu
14-1 í finalusigrum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder