
Katowice, Pólland (Portalurin): Tað var krevjandi kropsliga og ikki minst sinnisliga hjá ungu føroyingunum í gjár. Tað snýr seg um at koma skjótt fyri seg, eftir at tað júst ikki rakk til HM-finalupláss.
Nú snýr tað seg ítøkiliga um bronsuna. Eitt heiðursmerki sum vanliga ikki hevur heilt nógv at siga hjá stórum tjóðum, men sum hjá Føroyum hevði verið ein serstakur og søguligur heiður.
U21-menninir skulu royna at fáa hendan til høldar móti Svøríki. Sviar hava eisini tapt móti Portugal í kappingini - tó í vanligari leiktíð (29-31). Í gjárkvøldið upplivdu teir í gulum og bláum eisini at tapa hálvfinalu í longdari leiktíð; hetta móti Danmark.
Tá hesir árgangirnir spældu í 2022, í allarfyrstu royndini í kappingardysti hjá 04- og 05-árgangunum í U18 EM, 32-29. Tá skoraði Óli Mittún 17 mál, men Føroyar taptu 32-29. Árið eftir skoraði Óli aftur 17 mál móti svium, og tá var tað nóg mikið hjá Sävehof-spælaranum og hinum at vinna ein flottan 34-31 sigur. Hann sendi Føroyar víðari í U19 HM.
Óli Mittún heiðraður eftir søta sigurin á Svøríki í august 2023 (Mynd: Egin Tollaksson Kass)
Sí samrøðu við Óla frá sigurinum: - Hetta er næstan óbeskriviligt
Óli Mittún varð aftur dagsins spælari í gjár. Hann fekk tó skaða beint omanfyri vinstra eyga og varð seymaður á sjúkrahúsi stutt eftir dystin.
- Eg fekk fýra pentur. Eg havi tað sum so fínt nú men eitt sindur ilt. Eg vænti, at eg spæli í morgin, segði hann við Portalin fyrr í dag.
Sí eisini: - Spæli í morgin um alt gongst væl
Sí eisini: - Babba og mammubeiggi fingu meg at hugsa um okkurt annað
Opið sár kom við eygnabrúnna til vinstru hjá Óla. Helst skal hann hava eina ella aðra verju til bronsudystin í morgin (Mynd: Sverri Egholm)
Høgni Højsted spældi ikki í hálvfinaluni, tí hann fekk ein fingur í eyga móti fjórðingsfinaluni hósdagin. Tað dukaði ov nógv í eyganum hjá høgra bakkinum, tá hann royndi at renna í gjár, men eftir fleiri kanningar er avgjørt at gera eina nýggja roynd í morgin.
Tveir føroyingar hava fingið skaða í ella við eyga í seinastu døgunum (Mynd: Sverri Egholm)
Eitt HM-heiðursmerki í hondbólti - og í einum liðítrótti - hevði verið søguligt. Spennandi verður hvussu tað fer at síggja út móti svium, sum standa sum favorittar, sunnudagin seinnapartin. Føroyska liðið hevur áður víst veruligt evni at reisa seg og standa saman.
U21 HM 2025 bronsudystir
Sunnudagin 29. juni
16.00: Føroyar - Svøríki
Dysturin kann - helst - síggjast í Kringvarpinum. Hetta eftir privata innsavnan.
Portalurin er sjálvandi aftur á staðnum og hevur beinleiðis blogg og annað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald