Fótbóltur

Hava søguliga staðið seg væl móti Montenegro

Føroyar vunnu, tá Montenegro vitjaði her í 2017, og fyri tíggju árum síðani spældu londini javnleik. Montenegro stendur tó sum favorittur til dystin á Tórsvølli í kvøld.

2023-09-22 14:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld klokkan 18 seta kvinnurnar hol á spildurnýggju UEFA Women’s Nations League kappingina á Tórsvølli. Talan er um fyrsta dystin hjá nýggja landsliðsvenjaranum Signe Pries Andersen.

Mótstøðuliðið er Montenegro. Montenegro var eisini ein av gestunum í 2017, tá Føroyar vóru vertir fyri HM undan-undankappingarbólki. Montenegro legði seg á odda í 65. minutti, men mál frá Eyðvør Klakstein og Biritu Nielsen tryggjaðu Føroyum 2-1 sigur, og føroyska liðið vann seinni bólkin.

[object Object]
Heidi Sevdal hevur verið til til at vunnið og skora tvær ferðir móti Montenegro. Hon verður aftur lyklaspælari í kvøld (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)

Dysturin millum kvinnulandsliðini hjá londunum frammanundan tí var í 2013. Tá endaði tað 3-3 í líknandi undanbólki. Heidi Sevdal skoraði tvey mál og Íðun Egilstrøð eitt.

Harvið er Montenegro eitt av londunum, ið Føroyar hava staðið seg væl ímóti og spælt javnar dystir ímóti. Tað er eisini væl hugsandi, at talan verður um tættan dyst í kvøld. Montenegro verður tó mett at vera favorittur til dystin og hevur havt nøkur góð úrslit og avrik seinnu árini.

Føroyska liðið hevur ikki eins nógvar royndir - og kanska ei heldur somu sereginleikar - sum til dømis liðið frá 2017. Sanna Svarvadal manglar eisini við skaða. Tó eru millum annað Eyðvør, Heidi og Ásla Johannesen framvegis har, og eftir nógvar heilt tungar undankappingardystir síðstu árini, er hetta sum ein nýggj byrjan: Nýggj og øðrvísi kapping og nýggjur høvuðsvenjari.

Fjepparatiltakið á Niðara Vølli byrjar klokkan 16 - uopgerðin á Tórsvølli byrjar klokkan 18.00. Portalurin verður til staðar. Dysturin sæst eisini á Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder