Í september fer Hávard Vatnhamar at umboða Føroyar í parolympisku leikunum í Tokyo. Hesum boðar Parasport Føroyar frá í dag.
Upprunaliga ætlan hjá Hávardi var at kvalifisera seg til triatlon, men orsakað av koronu steðgaði tann kvailifikatiónin upp, og varð avgjørt at royna at kvalifisera seg í maraton í staðin
– Hávard hevur víst at hann er ein sterkur rennari, og mett varð at hann kundi klára minstakravið har. Ein annar avgerðandi fyrimunur við at skifta ítróttargrein er at Parasport hevur sjálvstøðugan limaskap í world para athletics, og hevur tí beinleiðis atgongd til tilmeldingar, kappingar og annað.
– Tá ein skiftir ítrótt innan paraítróttarheimin er neyðugt at verða flokkaður av nýggjum. Hetta tekur tíð, og komu øll viðurskifti uppá pláss í apríl í ár, 16 dagar eftir at freistin at kvalifisera seg á vanligan hátt var farin.
Søkt varð um wildcard til Hávard, og hetta fekk hann játtað. Wildcard kann latast ítróttafólkum, sum vegna serligar umstøður ikki kunnu kvalifisera seg á vanligan hátt, men sum tó verða mett at hava nóg høgt støði.
Parolympisku leikirnir verða settir í japanska høvuðsstaðnum 24. august, og maratonkappingin verður 5. september, á seinasta degi á leikunum.
Hetta er 10. ferð siðan stovnan av sersambandinum fyri paraítrótt í Føroyum, at paralympisku leikirnir verða hildnir, og hevur føroysk umboðan verið við á øllum leikunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald