Annað

Havnar Kajakkfelag fingið nýggja nevnd

Felagið hevði aðalfund í farnu viku – Páll Danielsen, sum hevur verið ein av berandi kreftunum í felagnum í nógv ár, valdi ikki at stilla uppaftur nevndarvalið.

2021-02-15 07:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku varð aðalfundur hjá Havnar Kajakkfelag. Í hesum sambandi varð eisini nýggj nevnd vald.

Páll Danielsen, sum hevur verið ein av berandi kreftunum í felagnum í nógv ár, valdi ikki at stilla upp til nevndarvalið hesa ferð. Í hansara stað varð valdur Kristian Niclasen, skrivar felagið á Facebook.

Í løtuni eru eini 40 limir í Havnar Kajakkfelag, sum hvørja viku skipar fyri felagsvenjing. Felagið skipaði harumframt fyri byrjunarskeiðum í kajakkrógving í fjør. Hesi skeiðini vóru sera væl umtókt, og helst verða líknandi skeið á skránni aftur í summar, um orka er til tað, skrivar felagið.

Eisini vórðu íløgur gjørdar í nýggjar kajakkir, turrdraktir og vestar, umframt at arbeitt áhaldandi verður við at um hølisviðurskiftini í Álakeri.

Nýggja nevndin, sum varð vald á aðalfundinum í farnu viku, hevur skipað seg soleiðis:

Sveinur Zachariasen, formaður
Sigurð Davidsen, næstformaður
Ása Ósa, skrivari
Kristian Niclasen, nevndarlimur

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder