Fyrst vann KÍ á Skála á fríggjakvøldið. Víkingur fekk trý stig á kontoina í Hólmanum í gjárkvøldið, og ein tíma seinni kundi NSÍ lyfta Eystanstevnusteypið eftir 2-0 sigur á AB. Hjá KÍ var tað tíggjundi sigur í ár, hjá NSÍ var tað áttandi sigur á rað, og Víkingur hevur nú vunnið átta útav teimum seinastu níggju dystinum.
Les meira:
KÍ økti um munin í oddinum
Víkingur og NSÍ greiddu sína skyldu
Framúr góði formurin hjá hesum trimum liðunum ger, at kappingin er hørð, og B36 er eisini væl við. Ártalsfelagið hevur vunnið fimm dystir á rað; allar ímóti liðum í botn-fimm. HB er nakað aftanfyri hini topp-fimm liðini, og serliga eftir tapið fyri Víkingi í næstseinasta umfari er trýstið á føroyameistararnar stórt. Í løtuni skal fult stigatal til hvørjaferð, fyri at fylga við ovastu liðunum.
(HB skal royna at halda fast í sambandi við Víking og hini liðini omanfyri - Mynd: Sverri Egholm)
B36 vitjar í Trongisvági, har bert NSÍ hevur vunnið sannførandi í ár. TB er betri, enn tey flestu góvu sær far um undan kappingarbyrjan, er leyst av botnstríðnum, og liðið gjørdi tað eisini sera trupult fyri B36 í Gundadali í 9. umfari, har heimaliðið vann tepurt 1-0. Jákup á Borg og hansara menn hava í ár víst eitt evni at vinna júst tættar dystir. Víkingur, KÍ og NSÍ hava megna at koppa B36, men í hinum níggju dystunum hava teir hvítkløddu úr Gundadali fingið fult. Tað noyðast teir eisini, fyri ikki at missa eitt fet í mun til liðini ið hava vunnið fyrr í vikuskiftinum.
(B36 og TB bresta saman við Stóra í dag - Mynd:Ólavur Frederiksen/Faroephoto)
Í Fuglafirði hevur landsliðssteðgurin helst komið væl við. Tað hevur givið Hans Jørgen Djurhuus, Kára Reynheim og liðnum tíð til at venja hart í tvær vikur, og eftir øllum brøgdum og sitatum hava uppflytararnir tørv á júst hesum. Síðani fyrsta dystin hjá venjaraparinum hevur liðið tapt fimm ferðir á rað og bert skorað eitt mál.
HB hevur spælt seg í steypafinaluna og hevur framvegis gott samband til topp-fýra. Týðiligt er tó, at liðið, sum var so sannførandi í fjør, hevur skinklað. Seinast ímóti EB/Streymi var HB aftanfyri tríggjar ferðir á heimavølli og lat fýra mál inn. Stórfelagið hevur tað ofta trupult í Fløtugerði, men Heimir Guðjónsson og hansara menn noyðast at hála trý stig heim í dag.
13. umfar:
15.00: ÍF - HB
TB - B36
Í gjár:
EB/Streymur - Víkingur 1-4 (0-1)
15' Sølvi Vatnhamar (br.) 0-1
65' Dion Splidt 0-2
69' Filip Djordjevic 0-3
87' Ragnar B. Danielsen (br.) 1-3
90 (+3)' Filip Djordjevic 1-4
NSÍ - AB 2-0 (0-0)
57' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
75' Klæmint Andrasson Olsen 2-0
Fríggjadagin:
Skála - KÍ 0-2 (0-2)
9' Patrik Johannesen 0-1
38' Jóannes Bjartalíð 0-2
Støðan í Betrideildini:
1. KÍ (32 stig)
2. NSÍ (31 stig)
3. Víkingur (29 stig)
4. B36 (27 stig)*
5. HB (21 stig) *
6. Skála (15 stig)
7. TB (12 stig) *
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig) *
*Ein dyst færri
Fótbóltur
Havnarfeløgini skulu hava sigrar við aftur til Havnar seinnapartin
Hini topp-fimm liðini hava vunnið sínar dystir í 13. umfari, so trýst er á B36 og HB, ið eru favorittar á útivølli í dag.
Seinast B36 og TB hittust, skoraði Benjamin Heinesen einsamalla málið (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)
2019-06-16 11:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald