Seinasti triðingurin í Betrideildini er farin í gongd, og í dag eru allir dystirnir í 20. umfari.
Tórshavn
|
15:00
|
|||
Fuglafjørður
|
15:00
|
|||
Eiði
|
15:00
|
|||
Skála
|
15:00
|
|||
Argir
|
17:00
|
(FaroeSoccer)
Støðan:
1. B36 (44 stig) 19 dystir
2. NSÍ (42 stig) 18 dystir
3. KÍ (39 stig) 18 dystir
4. HB (38 stig) 19 dystir
5. Víkingur (38 stig) 19 dystir
6. Skála (25 stig) 19 dystir
7. TB (18 stig) 19 dystir
8. AB (11 stig) 19 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 19 dystir
10. ÍF (5 stig) 19 dystir
Tey bæði ovastu liðini eru á útivølli í dag, har tey eru í favorittleiklutinum. Tó er talan um uppgávur, ið kunnu geva B36 og NSÍ høvuðbrýggj. AB hevur higartil havt eina góða 2. hálvu, og gjørdi tað ógvuliga trupult fyri NSÍ fyrsta stóra tíman á Argjum í farnu viku. B36 hevur í fleiri dystum í ár havt trupult við at lukka dystir, sjálvt um liðið hevur verið omaná, og kom eisini í stórar trupulleikar á Argjum tíðliga í kappingarárinum, men avgjørdi dystin við tveimum málum heilt seint í dystinum. Eftir 2-0 sigurin í Klaksvík í vikuni, eisini við tveimum málum seint í dystinum, er B36 sera væl fyri í Betrideildini, og er ósigrað í 12 dystum.
(Skála og AB skulu royna at spæla ávíkavist NSÍ og B36 eitt puss í dag - Mynd: Sverri Egholm)
Skála var greitt omaná, tá NSÍ vitjaði í 3. umfari. Eftir 2-0 sigurin bendi einki á, at NSÍ eftir 18 leiktar dystir fór at hava yvir 40 stig. Liðið hjá Guðjóni Tórðarsyni hevur veruliga víst styrki í ár og serliga í seinnu hálvu. Tað verður tó allarhelst ein verulig avbjóðing í kommunuppgerðini hinumegin fjørðin í dag, tí teir í appelsinlittu vilja helst gera alt fyri at órógva FM-møguleikan hjá NSÍ og samstundis nærkast ovastu liðunum nakað. Skála spældi seinasta vikuskifti KÍ eitt puss. NSÍ verður í dag uttan Pól Jóhannus Justinussen, ið hevur verið ein lyklaleikari í ár.
(Teir í B36-leguni fegnaðust mikukvøldið í Klaksvík - Mynd: Sverri Egholm)
KÍ skal aftur á vinnaraslóðina, eftir at liðið hevur spælt tveir dystir uttan at vinna fyri fyrstu ferð síðani tveir teir fyrstu dystirnar í kappingarárinum. Uttan Simen Sandmæl og Deni Pavlovic hevur KÍ havt ávisar trupulleikar. Ímóti Skála blakaði KÍ eina 2-0 leiðslu burtur, og fýra dagar seinni skoraði B36 í 89. minutti og í yvirtíðini við Djúpumýru. Í dag hava Patrik Johannesen og Boris Dosljak leikbann hjá KÍ, tá EB/Streymur tekur ímóti. Liðið er blandað í botnstríðið, men var sera nær við at fáa stig í Sarpugerði seinast.
(B36 var omaná, tá samanumkom í oddadystinum mikukvøldið. Patrik, Boris og Magnus Holm Jacobsen hava allir leikbann í dag - Mynd: Sverri Egholm)
HB og Víkingur hava eins stigatal og harvið eins fyritreytir. Ein sigur skal til í dag fyri at fylgja við í oddastríðnum - taparin er so gott sum heilt úti. Harvið er sera nógv uppá spæl í Gundadali í dag. HB er betri koyrandi og er favorittur. Seinast vann Víkingur tó á HB - tað var í Sarpugerði. Í 3. umfari vann HB 3-1 á Víkingi eftir sannførandi avrik í Gundadali. Liðini fara at leggja nógv fyri i dag, og spenningurin er stórur um, hvat lið megnar at framhaldandi verða við. Ein javnleikur fer neyvan at hjálpa liðunum nakað nevnivert í mun til FM-stríðið. Hjá Víkingi er tað ein smeitur at tvífaldi málskjúttin seinast og stinni miðvallarin, Gunnar Vatnhamar, ikki er við vegna leikbann í dag.
(Hesir fara ikki at hittast á miðvøllinum í dag - Mynd: Sverri Egholm)
Allir dystirnir í dag hava sín týdning, og í Fuglafirði er tað hjá ÍF, at nógv er uppá spæl. Fyriuttan í útidystunum móti EB/Streymi hevur ÍF bert fingið stig móti TB í ár. Tað var í 2-2 javnleikinum á heimavølli í 3. umfari. Eftir 6-0 tapið í Gundadali fyri HB seinast, er hetta ein dystur, har ÍF skal hava stig fyri at gera sær vónir um at koma av aftasta plássinum. TB hevur bert æruna og 6. plássi at spæla fyri.
Vit fylgja gongdini í øllum dystunum á forsíðu okkara - har koma mál og málskjúttar so skjótt sum gjørligt. Vit taka samanum eftir dystirnar og hava eisini myndir av Argjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald