Í gjárkvøldið var tað evropeiskur á fótbóltur á skránni í Gundadali, har KÍ vann stórsigur á Tre Fiori úr San Marino. Í kvøld er dystur í Betrideildini á Ovara Vølli. Fremsta landskappingin er ikki heilt farin í summarfrí, og á Eiði er eisini dystur, har EB/Streymur tekur ímóti Skála. Víkingurkann í morgin leggja seg einsamalt á odda í deildini.
15. umfar:
(18.30) HB - AB
(19.00) EB/Streymur - Skála
(Í morgin): Víkingur - TB
Støðan í Betrideildini:
1. NSÍ (32 stig)
2. KÍ (32 stig)
3. Víkingur (32 stig)
4. B36 (31 stig)
5. HB (27 stig)
6. Skála (15 stig)
7. TB (15 stig)
8. EB/Streymur (8 stig)
9. ÍF (5 stig)
10. AB (4 stig)
Hjá HB hevur tað so at siga bert gingið ein vegin seinastu tveir mánaðirnar, og vinnur HB sum væntað á AB í kvøld, so er 4. plássið bert eitt stig vekk og oddasessurin tvey. Spælið koyrir betri, og teir reyð-svørtu hava sjálvsálitið uppá pláss. Í vikuni kom landsliðsleikarin Rene Shaki aftur til barndómsfelagið, og hetta fer at styrkja føroyameistararnar. AB er í tungum sjógvi, og hevur ógvuliga torført við at fáa stig. Í 6. umfari gjørdu argjamenn tað tó væl í Gundadali ímóti HB, men taptu 4-3.
(AB og Skála skulu í kvøld stríðast um kærkomin stig á hvør sínum útivølli - Mynd: Sverri Egholm)
Síðani Skála vann í Gundadali ímóti HB fyri tveimum mánaðum síðani er einki stig komið í hús. Eftir sjey dystir á rað ímóti topp-fýra liðum er tað nú EB/Streymur á skránni. Júst EB/Streymur vann 2-1 á Skála Skírisdag, men hevur annars bert vunnið einaferð í ár og er íblandað í botnstríðið. Lagt er upp til ein tættan dyst, sum vanligt hevur verið ímillum hesi liðini seinastu árini, har bæði liðini hava tørv á stigunum og at koma á vinnarakós aftur.
Vit dagføra støðuna í báðum dystunum á forsíðu okkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald