Fótbóltur

HB og AC Horsens býtt um venjara

Jonas Dal Andersen er nýggjur høvuðsvenjari hjá greipuvinnarunum, boðar HB frá í kvøld.

Jonas Dal Andersen (Mynd: Havnar Bóltfelag)

Jonas Dal Andersen (Mynd: Havnar Bóltfelag)

2021-01-09 20:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

44 ára gamli Jonas Dal Andersen er nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá HB.

Hesum boðar Havnar Bóltfelag frá á heimasíðuni í kvøld.

Tað kom sum ein skelkur mánadagin, tá tað varð kunngjørt, at Jens Berthel Askou, sum leiddi HB til greipuna í fjør, steðgaði sum venjari, og hevði fingið arbeiði sum høvuðsvenjari í AC Horsens.

Nú er so greitt, at Jonas Dal Andersen, sum til fyri stuttari tíð síðani stóð á odda fyri AC Horsens, skal venja HB.

Jonas er 44-ára gamal, hevur DBU Pro-venjaraútbúgving, og er ein royndur maður í donskum fótbólti. Hann var í nógv ár knýttur at venjaratoyminum hjá FC Midtjylland, har hann m.a. var við til seta fótbóltsakademii hjá FCM á stovn. Í 2013 royndi hann seg sum høvuðsvenjara hjá Hobro IK, sum hann fekk upp í Superliguna. Síðani hevur hann verið høvuðsvenjari hjá Esbjerg (Superliga), Kjellerup (2. div.), FC Fredericia (1. div.) og AC Horsens (Superliga), skrivar HB um nýggja venjaran.

Sáttmálin er galdandi til árslok 2022.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder