Fótbóltur

HB og Skála spæla finaluna klokkan 17.00

Fimm dystir verða leiktir í Gundadali í dag, har VFF Cup kemur at enda.

Skála og HB hittast í finaluni í VFF Cup seinni í dag
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Skála og HB hittast í finaluni í VFF Cup seinni í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-16 09:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag er seinasta umfar í kappingini hjá Venjarafelagnum. Øll liðini í Betrideildini í 2019 komandi kappingarár hittast í Gundadali, har plaseringsdystir eru á skránni.

Mest áhugaverdi dysturin er klokkan 17.00, har føroyameistarin spælir finaluna ímóti Skála, ið er einasta liðið, sum ikki hevur tapt í kappingini. HB hevur sæð sannførandi út higartil men tapti á Eiði sunnudagin. Á HB-liðnum í dag verður ein nýggjur norðmaður at síggja. Skála hevur skorað 15 mál í teimum fimm innleiðandi dystunum.

Leygardagur 
16.02.2019 - Skráin fyri seinasta umfar í VFF Cup

Kl.11.00:
 

Dysturin um 7. og 8. pláss - Ovari vøllur

B36 - Víkingur


Dysturin um 3. og 4. pláss - Tórsvøllur

NSÍ -
 EB/Streymur


Kl.14.00: 

Dysturin um 9. og 10. pláss - Ovari vøllur

ÍF - TB


Dysturin um 5. og 6. pláss - Tòrsvøllur

KÍ - AB


Kl.17.00: 

Finalan - Tòrsvøllur

Skála - HB

Til ber at fylgja við her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder