Heimir Guðjónsson segði í 3-2 herfyri, at HB skal hava ein ella tveir leikarar inn í hópin afturat.
Danski áleyparin, Christopher Denius Nielsen, hevur verið til royndarvenjing hjá føroyameistaranum. Mikudagin gjørdist greitt, at hann ikki fær sáttmála í HB
Nú hevur felagið ein annan leikara til royndarvenjging. Talan er um norskan miðvallarleikara, sum er 22 ára gamli Andreas Breimyr. Bolt.fo skrivar, at hann síðstu árini hevur spælt við Hødd í triðbestu norsku deildini. Hetta er felagið, ið Rógvi Jacobsen umboðaði í eina tíð.
Breimyr var í 2015 og 2016 sáttmálabundin til Crystal Palace. Sambært bolt.fo spældi hann við eykaliðnum og U21 liðnum. Miðvallarin vandi við besta liðnum til tíðir og hevur eisini spælt nakrar venjingardystir fyri besta liðið hjá Crystal Palace. Á summri í 2016 endaði tíðin við Premier League-felagnum, tá Andreas Breimyr iki fekk nýggjan sáttmála í London.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald