Fótbóltur

HB omaná í Klaksvík - NSÍ fór frá KÍ

Við kynismu sigraði HB fyri fyrstu ferð síðani 2018 í landskappingardysti í Klaksvík. NSÍ vann stórsigur á Skála og hevur nú trý stig niður til 2. plássið, meðan liðið hja Lukaszi Cieslewicz nú er á evropeiskum plássi.

Stefan Radosavljevic skoraði til 2-0 og sløkti harvið so at siga KÍ-vónina og tryggjaði HB fimta sigurin á rað (Mynd: Sverri Egholm)

Stefan Radosavljevic skoraði til 2-0 og sløkti harvið so at siga KÍ-vónina og tryggjaði HB fimta sigurin á rað (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-10 21:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Annan mánadagin á rað vann HB tvey-máls sigur á liði, sum hevði spælt evropeiskan útidyst fýra dagar frammanundan. Liðið hja Lukaszi Cieslewicz hevði góða og greiða leikætlan móti KÍ, sum bert hevði gjørt eina broyting 

Høga trýstið hjá HB fyrstu løtuna órógvaði KÍ-uppspælið væl, og eftir níggju minuttir vann HB innkast høgt, og í sambandi við hesa støðuna skoraði Storm Pettersen. 

Norski áleyparin noyddist skaddur av vølli í 1. hálvleiki, og avloysarin økti í 77. minutti. Hetta eftir gott HB-mótálop, har hartarbeiðandi Mathias Voss og Heini Fossdalsá Sørensen áttu uppspælið. Stefan Radosavljevic var ísakaldur, og HB vann 2-0 í Klaksvík: Fimti sigurin hjá HB á rað, sum nú er nummar fýra - hetta við betri málúrttøku enn grannarnir úr B36.

Í sambandi við 1-0 málið vardi KÍ ikki langt innkast nóg væl, og í sambandi við tað seinna var okkurt galið í afturrenningunum. Spælið hjá heimaliðnum var lítið sannførandi í eini 40 minuttir, men við stóru møguleikunum stutt fyri steðgin og tíðliga í 2. hálvleiki, tá úttrykkið var væl betur, burdi KÍ í minsta lagi javna.

Marginalarnir vóru her ikki við liðnum hjá Magnusi Powell, men sum heild vardi og arbeiddi HB sera væl, og hetta tryggjaði fyrsta HB-sigurin í Klaksvík í einum landskappingardysti síðani 2018; tann dagin HB tryggjaði FM-heitið í Djúpumýru. Síðani hevur HB sent KÍ út úr steypakappingini við sigri í Klaksvík, men hetta góðveðurskvøldið varð serstakt.

KÍ skal reisa seg skjótt, tí stór evropeisk uppgáva er móti Lech Poznan á Tórsvølli hóskvøldið. Og síðani skulu verandi føroyameistararnir royna at jagstra NSÍ, sum við sannførandi 4-0 sigri móti Skála í kvøld, nú er trý stig frammanfyri.

[object Object]
Støðan eftir kvøldsins dystir

Petur Knudsen, Marius Kryger Lindh og Klæmint Andrasson Olsen, sum í kvøld byrjaði inni, komu á máltalvuna við Løkin. Har varð alt so at siga avgjørt áðrenn steðgin.

Góðir sigur hjá NSÍ millum Conference League-dystirnar móti Lugano, og eitt 1. pláss er at verja undan seinasta triðinginum: Tað er tætt í oddinum. og í botninum har Skála eftir umfarið er niðast.

--------------------------------------------------------------------

18. umfar í Meistaradeildini
Mánadagin 10. august

KÍ - HB 0-2 (0-1)
10' Storm Bugge Pettersen 0-1
77' Stefan Radosavljevic 0-2

Meira um dystin her

NSÍ - Skála 0-4
30' Petur Knudsen 1-0
33' Marius Kryger Lindh 2-0
45 (+1)' Sjálvmál 3-0
56' Klæmint Andrasson Olsen 4-0

Meira um dystin her

Sunnudagin 9. august 
Víkingur - B68 2-1 (2-1)
27' Aron Benjaminsen 1-0
42' Sølvi Vatnhamar 2-0
44' Patrick Mensah 2-1

Fríggjadagin 7. august
07 Vestur - EB/Streymur 3-2 (2-2)
11' Jonathan Flensborg 1-0
22' Marius Nielsen 1-1
25' Jonathan Flensborg 2-1
29' Gutti Dahl-Olsen 2-2
70' Edvin Jakobsen 3-2 

Meira um dystin her

Hoyr eisini: 
Sigfríður Clementsen: - Vit spæla undir støðið í kvøld
Tór-Ingar Akselsen: - Leikararnir hjá 07 Vestur vísa stóran stríðsvilja

Skráin fyri næstu umførini sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder