Fótbóltur

HB skal leggja botnin

Linfield vitjar í Føroyum á fimta sinnni; føroyameistararnir eru lítlir favorittar.

HB spældi ímóti HJK Helsinki í farnu viku (Mynd: Olaf Olsen)

HB spældi ímóti HJK Helsinki í farnu viku (Mynd: Olaf Olsen)

2019-07-23 14:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Europa League er nú skránni hjá HB og Linfield eftir tap ímóti ávíkavist HJK Helsinki og Rosenborg í Champions League. HB tapti 5-2 samanlagt men fekk eina løtu veruligan spenning í uppgerðina; Linfield tapti 6-0.

Les eisini: Linfield - liðið sum "altíð" spælir í Føroyum

Í kvøld er møguleikin har hjá HB at fáa stig í heimadysti í Europa League á fyrsta sinni. Sambært veddingarfyritøkunum er liðið hjá Heimiri Guðjónssyni eisini ein lítil favorittur í kvøld. Grundarlagið til víðari luttøku skal eisini leggjast í kvøld - útgangsstøði til dystin í Norðurírlandi er umráðandi - og júst á heimavølli hevur HB fleiri góð úrstlit at vísa á í evropeiskum fótbólti.

Les eisini: HB stendur seg javnan væl í evropeiskum heimadystum

Linfield hevur sligið B36 út tvær ferðir og ÍF og NSÍ einaferð, men fyriuttan uppgerðina ímóti ÍF, hevur tað verið sera javnt ímillum Linfield og føroysku feløgini. Í HB meta teir eisini, at møguleikin er til staðar, men teir eru til reiðar til fysiskt harðar dystir ímóti norðurírska felagnum, ið hevur vunnið so nógv í heimlandinum.

Les eisini: Hørður Askham: - Hava ein møguleika at spæla okkum víðari

Hjá HB eru Adrian Justinussen og Ari Mohr Olsen tøkir aftur. Teir spældu ongan leiklut í 2-2 dystinum í seinastu viku. René Shaki Joensen hevur ikki spælt síðani hann kom aftur, men hann kann fáa ein leiklut í dag.

Vit eru í Gundadali í kvøld, har vit dagføra frá dystinum og hava myndir frá honum. Aftaná taka vit samanum.

Europa League 2. umfar, fyrri dysturin
23.07, kl. 16.45 í Gundadali
HB - Linfield

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder