HB tekur ímóti Linfield í Europa League í morgin. Talan kann gerast um eina javna uppgerð; tað má metast at HB hevur ein realistiskan møguleika at koma víðari.
Les eisini: Hørður: Hava ein møguleika at spæla okkum víðari
Teir reyð-svørtu byrja á heimavølli, og har hava núverandi føroyameistararnir í tólv førum fingið stig. Talan hevur í nøkrum førum verið um góð stig ímóti sterkum mótsstøðuliðum. Í tveimum førum er HB farið víðari - fyrru ferð var í 1993, har havnarmenn vunnu uttan dyst.
Les: Linfield: Liðið sum altíð spælir í Føroyum
Bolt.fo skrivaði fyri stuttum, at HB er føroyska liðið við flest evropeiskum dystum (nú 52) og flest stigum (nú 28) Harvið fær HB beint yvir eitt hálvt stig í miðal. HB hevur spælt átta dystir í Europa League, og hevur fingið tveir javnleikir á útivølli: ÍBV (2013) og FC Levadia (2016), har tað í báðum førum var akkurat ov stutt til víðari luttøku. Enn er einki stig komið í hús á heimavølli í hesari kappingini. HB hevur sum tað einasta føroyska felagið, fingið stig í øllum teimum fimm evropeisku kappingunum, sum føroysk feløg hava luttikið í
Stigini hjá HB í evropeiskum heimadystum
Champions League
1999:
HB - FC Haka (FIN) 1-1
(Fyrsti heimadystur í Tórshavn - frammanundan varð leikt á Svangaskarði, ið hevði verið einasti góðkendi vøllurin til evropeiskar dystir)
2004:
HB - FC WIT Georgia (GEO) 3-0
2007:
HB - FH (ÍSL) 0-0
2010:
HB - FC Salzburg (EYS) 1-0
2011:
HB - Malmö FF (SVØ) 1-1
2014:
HB - Lincoln Red Imps (GIB) 6-2 *
2018:
HB - HJK Helsinki (FIN) 2-2
Tveir sigrar og fýra javnleikir = 10 stig
* Víðari í kappingini
Cup Winners Cup
1993:
HB - RAF Jelgava (LET) 3-0 *
*HB vann uttan dyst og kom víðari í kappingini, tí hópurin hjá Jelgava ikki fekk lent í Vágum orsakað av nógvum mjørka í Vàgunum
1997:
HB - Apoel Nicosia (KÝP) 1-1
Ein sigur og ein javnleikur = 4 stig
Intertoto Cup
1995:
HB - Universitatea Cluj-Napoca (RUM) 0-0
HB - Germinal Ekeren (BEL) 1-1
Tveir javnleikir = 2 stig
UEFA Cup
1998:
HB - VPS Vaasa (FIN) 2-0
2001:
HB - Grazer AK (EYS) 2-2
Ein sigur og ein javnleikur = 4 stig
Samanlagt: Fýra sigrar og átta javnleikir = 20 stig (Stig verða her tald eins og í landskappingunum - evropeisk stig á styrkislistum - tá talan er um koefficient - verða roknaði ørvísi)
Kelda: FaroeSoccer - yvirlit yvir dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald