Fótbóltur

HB skal reisa seg

Í dag er uppgáva móti hinum uppflytaranum á skránni. B36 skal byggja uppá við sigri á Argjum - í Trongisvági og á Toftum eru lyklauppgerðir.

HB fær ÍF á vitjan - AB hevur enn eina uppgávu móti oddaliði  (Mynd: Sverri Egholm)

HB fær ÍF á vitjan - AB hevur enn eina uppgávu móti oddaliði (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-16 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar er í Betrideildini í dag. Talan er um 6. umfar, sum í roynd og veru er umfar nummar fimm. Eitt útsett umfar frá mars verður spælt seinni í mánaðinum.
Greitt størsti dysturin á pappírinum er tann á Djúpumýru, har Víkingur vitjar KÍ. Tað er tann dysturin, sum Portalurin fer at fylgja tætt - til ber at lesa upptakt til hann á leinkjuni niðanfyri.

KÍ - Víkingur: Styrkisroynd í Klaksvík

Um hugt verður eftir hinum fýra dystunum, so eru tveir stórfavorittar og tveir dystir, har tað sær meira opið út.

HB fekk púra óvæntað ikki fult í Trongisvági mikudagin. Um FM skal aftur til HB, so er ikki ráð til mong slík úrslit afturat, og í dag kemur hin uppflytarin á vitjan í Gundadali. ÍF hevur fingið góða byrjan í Betrideildini og hevur seks stig. Stig kunnu ikki væntast í dag - leikbannaði Jhon Mena manglar eisini - men eitt gott avrik skal helst liggja eftir í dag íhvussu er. HB skal finna veg til málið aftur sum tað fyrsta.

B36 fekk bóltin í málið nakrar ferðir í seinna halvleiki mikukvøldið, tá tað eydnaðist at venda dystinum móti 07 Vestur. Í dag er stutt leið til útidyst. AB er mitt í tungari dystarskrá og hevur framvegis einki stig fingið og heldur einki mál. Breiddin í B36-hópinum kemur nú til sín rætt, og liðið hjá Dan Brimsvík er higartil vil í oddastríðnum.

[object Object]
B36 basti 07 Vestur í undirhaldandi dysti. Hvønn veg tað fer hjá hesum liðunum, verða vit klókari uppá í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini:
 
Dan Brimsvík: Er helst fyrstu ferð at vit hava so nógva breidd
Tór-Ingar Akselsen: - Vit høvdur uppiborið betur móti B36

Hjá TB var talan um góða uppliving mikukvøldið. Í dag er aftur dystur í Trongisvági, og týdningsrmikið er fyri TB, at eisini fáa stig, tá 07 Vestur vitjsr. Vágámenn stríddust væl í Gundadali, men einki stig kom burturúr, og Jasper van der Heyden og Mattias Voss fóru av vøllinjm við skaða, umframt at Dánial Pauli Lervig ikki fekk gjøgnumført upphitingina. Hetta kann gerast eitt markamót hjá liðnum við fýra stigum: Vinnur mann og fer burtur frá botnstríðnum ella ikki.

B68 vil gjarna nærkast topp-fýra. Liðið hevur framvegis ikki vunnið í ár. Talan hevur verið um torførar uppgávur higartil, og EB/Streymur er ikki als ikki lætt at loysa upp. Tað var tó ein smeitur fyri liðið hjá Sigfríði Clementsen at tapa 3-0 í Fuglafirði mikukvøldið, har Andras Olsen eisini reytt kort. Lagt er upp til ein spennandi dyst á Svagaskarði í dag, og úrslitið kann veruliga fáa týdning fyri, hvønn veg tað peikar hjá liðunum.

Betrideildin 6. umfar (umfar nummar 5 )
Sunndagin 16.04

15.00: 
KÍ - Víkingur
AB - B36 
HB - ÍF
TB -  07 Vestur 

16.00: B68 - EB/Streymur

Støðan í Betrideildini eftir fýra umfør

1. KÍ 12 stig
2. HB 10 stig
3. B36 9 stig
4. Víkingur 7 stig
5. ÍF 6 stig
6. EB/Streymur 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. B68 2 stig
9. TB 1 stig
10. AB 0 stig

Portalurin hevur dagføringar frá øllum dystunum í umfarinum á forsíðu okkara. Hetta í samstarvi við dystir.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder