- Vit í Havnar Bóltfelag standa spyrjandi aftaná at fáa ein teldupost frá FSF, um at fyrsta umfar í Betri deildini er útsett, og ikki verður spælt sum ætlað.
Soleiðis byrjar skrivið, ið nevdin hjá HB í kvøld hevur orðað, sent FSF og lagt út á Facebook-síðuna, Havnar Bóltfelag.
Tað er ónøgd í havnarfelagnum um tilgongdina hjá FSF í dag, í samband við dystirnir ið morgin, ið skuldu spælast uttan áskoðarar, men sum nú ikki verða leiktir yvirhøvur.
Les eisini: - Hetta sømir seg ikki einum Fótbóltssambandið
Tað sum HB saknar eru grundgevingar:
-At eingin grundgeving er fyri hesi avgerð, er sera undrunarvert. Felagið, venjarar og fólk rundan um felagið hava arbeitt hart fyri at verða til reiðar til dystirnar í morgin, undir teimum fortreytum sum heilsumynduleikarnir hava mælt til. Tað eru ongar heilsufakligar grundgevingar fyri at útseta umfarið. Tí mugu vit seta spurningar til hvussu avgerðin kann verða tikin, uttan so mikið sum at seta seg í samband við tey feløg, sum hava góðtikið fyrru avgerðina.
Grundgevingin fyri avgerðini, ið Christian Andreasen gav Portalinum fyrr í kvøld var soljóðandi:
- Vit vilja finna út av eini loysn á áskoðaraviðurskiftunum. Tað vil siga eina loysn við avmarkaðum tali av áskoðarum, sum heilsumyndugleikarnir kunnu viðmæla. Ein møguleiki er til dømis at halda áskoðarasektiónir atskildar. Vit vilja hava tíð til at viðgera, hvussu vit handfara tað støðu vit eru komin í, og vit miðja eftir hava áskoðarar til 1. umfar 15.mars.
Eins og B36 vísur nevndin í HB á, at samskifti millum FSF og feløgini ikki var nóg gott, og tað er tað, ið skrivið endar við:
- Minsta krav í samskiftinum millum FSF og feløgini má verða, at feløgini fáa kunning frá FSF, áðrenn miðlar bera boðini. Vit trúgva at øll feløgini kunnu handfara dystirnar, í tráð við tilmælini frá heilsumyndugleikunum. Tí er eingin orsøk at útseta umfarið. Slíkt krevur, at FSF samskiftir og ráðførir seg við feløgini, áðrenn slíkar avgerðir verða tiknar.
Havnar Bóltfelag hevur ikki fleiri viðmerkingar til støðuna í løtuni. HB skuldi spæla á útivølli móti EB/Streymi í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald