Fótbóltur

- Hetta sømir seg ikki einum fótbóltssambandi

Nevndin hjá B36 finst, í brævið til FSF, hvassliga at framferðarháttinum viðvíkjandi útsetanini av fyrsta umfari í Betrideildini. Peikað verður á manglandi kunning og tað at øll feløgini ikki vóru við í tilgongdini, sum leiddi til avgerðina.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-07 22:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í kvøld tók starvsnenvdin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgerð um, at 1. umfar í Betrideildini verður spælt næsta sunnudag 15 mars ístaðin fyri í morgin, 8 mars, sum ætlað var.

Les eisini: 
Eingin fótbóltur í Føroyum í morgin
Fyrsta umfar útsett til 15. mars
 
Grundgevingin fyri avgerðini, ið Christian Andreasen gav Portalinum fyrr í kvøld var soljóðandi: 

- Vit vilja finna út av eini loysn á áskoðaraviðurskiftunum. Tað vil siga eina loysn við avmarkaðum tali av áskoðarum, sum heilsumyndugleikarnir kunnu viðmæla. Ein møguleiki er til dømis at halda áskoðarasektiónir atskildar. Vit vilja hava tíð til at viðgera, hvussu vit handfara tað støðu vit eru komin í, og vit miðja eftir hava áskoðarar til 1. umfar 15.mars.

Men í B36 er stór ónøgd um støðuna - ikki so nógv um sjálva avgerðina sum tilgongdina og framferðarháttin. Í brævi til FSF, ið felagið hevur gjørt alment á sínari Facebook-síðu fyri løtu síiðani, leggur B36 dent á, at tað er púra skeivt, at ein so týðandi broyting verður tikin, uttan at umboð fyri øll feløgini í Betrideildini vóru við í avgerðini.

Eisini vísur felagið á, at tað mangla haldgóðar grundgevingar til avgerðina, og at kunningin kemur út til flestu feløgini frá øðrum enn FSF sjálvum. 

Fótbóltssamband Føroya hevur onga viðmerking til brævið hjá B36. B36 hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni.

Árstalstalsfelagið skuldi spæla á útivølli móti KÍ í morgin.

Her er brævið frá B36 til Fótbóltssamband Føroya í fullum líki.

Gott kvøld.

Vit sendu tykkum fyrr í kvøld eina undran um, hvussu tilgongdin í samband við avlýsing av Betri umfarinum í morgin sýntist at fara fram.

Nú eftirfylgjandi undrast vit ikki minni, og vit í B36 eru als ikki nøgd við, hvussu hetta er farið fram.

Vit góðtóku og virdu fyrru avgerðina, og hava lagt okkara dystarfyrireiking til rættis útfrá hesum. At taka eina so týðandi broyting sum at avlýsa umfarið í morgin, uttan at vit sum felag eru við í tilgongdini, uttan at fáa grundgevingar, uttan at fáa svar uppá, hvat verður gjørt við áskoðaratrupulleikan og seinast, men ikki minst, ikki at verða kunnaði áðrenn tíðindini frættast frá øðrum enn FSF. Tað má staðfestast at vera á einum støðið, ið ikki sømir seg einum fótbóltssambandi.

Um FSF ynskti at endurskoða avgerðina, so var tað til sóma og gagns fyri samstarvið, at umboð fyri øll feløg vóru við í tilgongdini at meta um avgerðin skuldi broytast.

Vinarliga
Nevndin í B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder