Fótbóltur

HB vann Cadburysteypið

Við 3-1 sigri á KÍ eftir longda leiktíð, eydnaðist tað sunnukvøldið U15-dreingjunum hjá HB at vinna Cadburysteypið 2021.

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2021-09-26 22:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Longd leiktíð mátti til, áðrenn liðskiparin hjá HB, Teitur Justinussen kundi taka ímóti Cadburysteypinum, sum er steypakappingin fyri Dreingir U15.

Talan var annars um ein javnan dyst, og tá dómarin, Jón Tór Baldvinsson floytaði fyri seinastu ferð eftir vanliga leiktíð, stóð á jøvnum 1-1. Tískil máttu liðini undir at spæla tvær ferðir 10 minuttir, og tá eydnaðist HB at fáa tvey mál afturat.

Baldur Niclasen legði teir reyð-svørtu á odda longu í 5. minutti, meðan Ovi Johansen javnaði fyri KÍ eftir steðgin. Í longdu leiktíðini gjørdi Thomas Miezan, sum eisini varð valdur til dagsins spælara, bart, og skoraði tvey mál, og tryggjaði harvið HB Cadburysteypið 2021.

Næsta vikuskiftið, fríggjadagin 1. og leygardagin 2. oktober vera í alt fýra steypafinalur á skránni. Fríggjadagin kl. 17:30 eru tað HB og KÍ, sum møtast í finaluni fyri Dreingir U13, og kl. 19 eru tað EBS/Skála og Víkingur, ið bresta saman um Mótasteypið hjá U18-gentunum.

Leygardagin kl. 10:30 spæla KÍ og NSÍ steypafinaluna fyri Gentur U13, og kl. 12:00 fara HB og FC Hoyvík á vøllin at dystast um Eilif Arge steypið, ið er steypakappingin fyri Gentur U15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder