HB-hópurin hevur í morgun sett kósina móti Podgorica í Montenegro har seinni Europa Conference League-dysturin móti Buducnost skal spælast týskvøldið.
Flogfarið fór á flog um hálvgun tíggju tíðina.
Havnarmenninir hava gott útgangsstøði í hesum seinna dystinum tí við sannførandi avriki í sólini í Gundadali hósdagin vann HB ruddiliga 4-0 móti meistarunum í Montenegro.
Dysturin millum Buducnost Podgorica og HB verður klokkan 19 týskvøldið.
Sí sjónbond:
Teitur: Tað er bara klassi at vinna 4-0
Michal: - Haldi hetta eru størstu dystirnir í árinum
Pætur: Havi vant akkurat hatta í vikuni
Schindler: Ógvuliga deiligt at hyggja at frá bonkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald