Kevin Schindler er nýggjur í leiklutinum sum høvuðsvenjari í HB, men ikki nýggjur í felagnum. Fleiri av eyðkennunum í spælinum hjá greipuvinnarunun í fjør, tá týskarin var hjálparvenjari hjá Jens Berthel Askou, sóust aftur í gjárkvøldið. Serlig var tað í 2. hálvleiki, og tað var eitt nú tað høga trýstið og kynisman, og júst hetta gav tvey mál.
33-ára gamli Schindler fegnaðist eftir dystin um at síggja, at ætlanin sum varð løgd í hálvleikinum helt, og at leikararnir løgdu so nógv hjarta og góðsku í dystin.
4-0 sigurin í gjár merkir tó ikki, at arbeiði er liðugt: Tað merkir nógv fyri felagið at standa seg væl í Evropa í ár, og tað krevur fokus til seinna dystin móti FK Buducnost Podgorica, ið verður í Montenegro týsdagin, sigur Kevin Schindler, ið tó líka gevur leikarunum eitt sindur av frí.
UEFA Europa Conference League
2. umfar, fyrri dystur - Gundadalur 22.07.
HB - Buducnost Podgorica 4-0 (1-0)
45' Michal Przybylski (Daniel Johansen) 1-0
47' Michal Przybylski (Mikkel Dahl) 2-0
58' Pætur Petersen (Heri Hjalt Mohr) 3-0
66' Daniel Johansen (br.) 4-0
Sí eisini:
Sannførandi og søguligur HB-sigur
Myndir: HB - Buducnost Podgorica
Teitur: Tað er bara klassi at vinna 4-0
Michal: - Haldi hetta eru størstu dystirnir í árinum
Pætur: Havi vant akkurat hatta í vikuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald