Fótbóltur

Heidi Sevdal skoraði 33 landskappingarmál annað árið á rað

Og fyri triðju ferð uppá fýra ár. Hon varð toppskjútti fjórða árið á rað og fyri sjeyndu ferð uppá átta ár. Nú hevur Heidi eisini vunnið greipuna við barndómsfelagnum.

Heidi Sevdal gleðist saman við familjulimum eftir, at søguligt FM er komið í hús. Hon hevur skorað yvir 150 mál fyri NSÍ, síðani hon kom aftur til barndómsfelagið í 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Heidi Sevdal gleðist saman við familjulimum eftir, at søguligt FM er komið í hús. Hon hevur skorað yvir 150 mál fyri NSÍ, síðani hon kom aftur til barndómsfelagið í 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-20 09:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan dystinum fekk hon heiðurin sum besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í september og oktober mánað.

Eftir dystin lyfti Heidi Sevdal FM-steypið fyrst sum liðskipari. Hetta var fyrsta føroyameistararheitið hjá 35-ára gomlu runavíkskvinnuni við barndómsfelagnum, sum hon fór aftur til í 2020, tá felagið veruliga fór at satsað uppá kvinnufótbólt aftur og fór upp í Betrideildini.

Síðani hevur NSÍ vunnið steypakappingina tríggjar ferðir, er endað við silvuri í Betrideildini fýra ferðir og nú vunnið FM - og greipuna - á fyrsta sinni í søguni.

Sí eisini: NSÍ føroyameistari á fyrsta sinni

[object Object]
Ein ógvuliga fegin Heidi Sevdal tekur ímóti FM-steypinum, sum Christian Andreasen handar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sí fleiri myndir frá dystinum og fagnaðinum í Sarpugerði HER

124 landskappingarmál seinastu fýra árini
Heidi Sevdal er størsti profilurin á einum sterkum NSÍ-liði. Soleiðis hevur eisini verið seinastu árini. Fyrsta árið, 2020, var ikki framúr í mun til mál. Tólv komu til høldar, Heidi varð ikki toppskjútti í Betrideildini, men síðani hevur hon veruliga fingið gongd á - aftur.

Mál hjá Heidi Sevdal fyri NSÍ seinastu fýra árini:
2024: 40 mál í 25 dystum (33 landskappingarmál)
2023: 34 mál í 25 dystum (33 landskappingarmál)
2022: 25 mál í 24 dystum (25 landskappingarmál)
2021: 43 mál í 43 dystum (33 landskappingarmál)

Samanlagt: 142 mál í 117 dystum - bert fýra av hesum eru brotsspørk

Kelda: FaroeSoccer

Toppskjútti í Betrideildini fýra ár á rað og vann Heidi eisini gylta skógvin í árunum 2017-2019, umframt 2013-2015. Hon misti tað mesta av 2016 vegna barnsburð. Harvið er Heidi Sevdal vorðin toppskjútti í fremstu føroyski kvinnudeildini tíggju av teimum seinastu tólv árunum.

Í hinum greipuárinum hjá henni, tá EB/Streymur/Skála breyt metlongu FM-røðina hjá KÍ í 2017, skoraði Heidi heili 33 mál í landskappingini. Tað hevur hon gjørt fýra ferðir nú.

Aðrar hava verið á uppaftur hægri tali í Betrideildini fyrr, og í 2003 skoraði Rannvá Biskopstø Andreasen 46 mál í bert 16 landskappingardystum fyri KÍ og 55 mál tilsamans.

Púra vill tøl og júst Rannvá Biskopstø Andreasen hevur greitt flest mál samanlagt í føroyskum vaksnamannafótbólti: 561 landskappingarmál og fleiri enn 700 samanlagt.

Umframt nógv toppskjúttaheitð í landskappingi, skoraði Heidi Sevdal, sum sæst omanfyri, serliga nógv mál í steypakappingini í ár og í 2021. NSÍ vann bæði árini - í ár gjørdi Heidi hattrikk í steypafinaluni.

Sí samrøðu við Heidi eftir steypafinaluna HER

Hon er 35-ára gomul men við talinum av málum, við avrikunum, og nú aftur einari greipu, sær tað ikki als út sum, at fótbóltsúrmælingurin úr Runavík er á veg niðureftir.

[object Object]
Heidi Sevdal eftir flotta triðja málið hjá henni í steypafinaluni móti Víkingi fyri 15 døgum síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder