2024-05-17 14:09
Sum siður er, tá lið ella onnur innan ítrótt í Tórshavnar kommunu vinna gull ella gera um seg í altjóða ítrótti, verða tey bjóðað til móttøku hjá borgarstjóranum.
H71 menn og kvinnurnar hjá Kyndli eru vinnarar í ávikavist Burn deildini og SMS deildini í hondbólti, og liðini vóru í vikuni bjóðað til móttøku.
Hetta er níggjunda ferð, at Kyndil vinnur FM heitið hjá kvinnum. Kyndilskvinnur kunnu eisini kalla seg greipuvinnarar í ár.
H71 vann FM-gullið triðja árið á rað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald