
Í gjárkvøldið varð eingin spenningur um samlaða úrsltið, tá Atalanta og Leipzig, ið bæði eru við í konock-out dystunum í Champions League, spældu seg víðari móti ávíkavist Valencia og Tottenham.
Les eisini: Atalanta og Leipzig skrivaðu søgu
Í kvøld kann tað væntast, at spenningurin verður nakað væl størri. Liverpool roynir at verja sítt heitið, men skal framvið sera vælskipaða liðnum hjá Diego Simeone, ið fekk einasta málið í Madrid fyri vikum síðum. Liverpool hevði ikki eitt skot á mál í dystinum, men nú satsað Klopp og hansara menn, ið hava skinklað illa í seinastuni, uppá at avgerða uppgerðina á heimavølli. Málverjin Allison Becker er skaddur, og tí verður Adrian millum stengurnar. Tað eru tó sera góð tíðindi fyri Liverpool, at Jordan Henderson er tøkur aftur. Liðformaðurin hevur havt eitt frálíkt kappingarár. Henderson hevur verið úti við skaða, síðani hann noyddist út í dystinum í Madrid (Mynd: EPA)
Síðani hevur Henderson hugt at, meðan Liverpool hevur tapt tveir dystir á útivølli og við bit og slit fingið tveir sigrar heim á Anfield (Mynd: EPA)
Í París hevur Kylian Mbappe ligið sjúkur í vikuni. Áleyparin varð kannaður fyri coronavirus í gjárkvøldið, men royndirnar vóru negativir. Spurningurin er bara, um sera kviki og vandamikli ungi maðurin kann fáa ein leiklut. PSG er sum er skert ímóti Haaland og Dortmund: Marco Veratti og Thomas Meunier fingu leikbann í fyrra dystinum, og Thiago Silva og Ander Herrera eru ímillum teir á skaðalistanum. PSG hevur ongan stuðul frá heimaáskoðarum, men útivallarmálið kann fáa týdning.
Ivasamt er, um sjúkurakti Mbappé kann spæla í kvøld (Mynd: EPA)
11.03
20.00: Liverpool (0) - Atletico Madrid (1)
PSG (1) - Borussia Dortmund (2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald