Klokkan 17.45 bresta KÍ og Olimpia Ljubljana saman á Tórsvølli í 3. umfari í bólkaspælinum í Conference League.
Liðuppstillingarnar eru komnar, og greitt er at KÍ framvegis spælir 5-4-1/3-4-3, og at teir sum vanliga byrja eisini byrja í dag.
Odmar Færø er tó so mikið raktur av sjúku, at stinni miðverjin ikki fær verið við í hópinum.
Tað er Heini Vatnsdal, ið avloysir hann. Royndi vágbingurin hevur ikki spælt síðani 31. august í Europa League-dysti í Tiraspol vegna brot í fótinum. Nú er hann aftur og í miðverjuni saman við Vegard Forren og Deni Pavlovic.
Mynd: uefa.com
Claes Phillip Kronberg, Mads Boe Mikkelsen, Børge Petersen og Hallur Hansson eru millum møguleikarnar frá bonkinum.
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Jákup Biskopstø Andreasen (L), René Shaki Joensen - Páll Andrasson Klettskarð
Sí eisini:
Myndir: KÍ aftur til reiðar til brak á Tórsvølli
Føroyameistararnir skulu aftur í evropeiska eldin í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald